Jann J. Benjaminsen úr B36 verður í kvøld vongverji í høgru á landsliðnum, sum klokkan 19.45 fer at spæla á heimavølli ímóti Armenia. Síðani Gilli Rólantsson fór aftur til TB og næstbestu deildina, hevur tað annars verið Jóannes K. Danielsen úr KÍ, sum hevur verið vongverji í høgru. Hann er í kvøld á beinkinum.
Jann J. Benjaminsen hevur tríggjar ferðir verið á landsliðnum.
Odmar Færø er aftur í miðverjuni, har hann er undir liðini á Andrias Edmundsson, sum av álvara hevur vunnið fast pláss í miðverjuni.
Føroyar – Armenia kl. 19.45
Dómarakvartett úr Ukraina: Oleksii Derevinskyi, Semen Shlonchak, Viktor Matyash og Vitaliy Romanov (4. dómari)
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hannes Agnarsson, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Meinhard E. Olsen – Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Mattias Heðinsson Lamhauge, Jóannes Kalsø Danielsen, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, Brandur H. Olsen, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð, Petur Knudsen, Klæmint Andrasson Olsen