Nýggjur heimildarfilmur: Yahya – føddi yrkjarin

Í sambandi við at eitt ár liðið, síðan 24 ára gamli yrkjarin Yahya Hassan var funnin deyður, hevur DR latið úr hondum spennandi heimildarfilm

Helena Kannuberg
1. mai 2021 kl. 07:06

Í Danmark hava tey flestu eina meining um Yahya Hassan.

Summi kenna hann sum ein framúr yrkjara. Onnur minnast betur hansara turbulenta lív, sum millum annað umfataði fongsulsrevsing, innleggingar fyri sálarsjúku og samanstoytir við løgregluna.

Eisini í Føroyum kenna tey flestu til lívið hjá Yahya Hassan. Í øllum førum tey ungu, tí síðan fyrra yrkingasavn hansara kom út í 2013, og yvir 120.000 eintøk vórðu skrødd av søluhillunum, hava hansara yrkingar verið fastur táttur í pensum í fólkaskúlanum, á miðnámi og á Fróðskaparsetrinum.

Og tað er ikki uttan orsøk. Yrkingasavnið er autofiktivt, og við tí fekk almenningurin fyri fyrstu ferð innlit í, hvussu tað hjá summum er at vaksa upp í ghettoum í Danmark. Yahya Hassan var nevniliga føddur í Danmark, men foreldur hansara eru palestinesisk flóttafólk úr Libanon. Hann vaks upp í Trillegården í Aarhus Vest, sum er ein býlingur, har ið mest sum bara arabiskir tilflytarar búgva.

Í fyrra yrkingasavni hansara verður ein harður uppvøkstur, sum er nógv merktur av harðskapi, sviki og lógarbrotum, lýstur.  Harumframt lýsir yrkingasavnið í síni heild eina uppgerð við eldra ættarliðið hjá tilflytarum og átrúnaðin islam.

Við nýggja heimildarfilminum hjá DR hava fólk møguleika at fáa eina djypri fatan av lívinum og yrkingunum hjá Yahya Hassan, umframt betur innlit í samanhangin millum hansara lív og hansara yrkingar. Fýra persónar, sum stóðu honum rættiliga nær, eru nevniliga við í heimildarfilminum og greiða frá lívi hansara. Eitt nú eru mamma og yngri beiggi hansara við. Hetta er fyrstu ferð, at tey tosa við miðlarnar um Yahya Hassan. Erliga greiða tey frá teimum avbjóðingum, sum Yahya Hassan stríddist við frá barnsbeini av og fram til sín deyða.

Uttan at avdúka ov nógv um sjálvt innihaldið ber til at siga, at heimildarfilmurin gevur hyggjaranum eina fatan av, at tað vóru fleiri orsøkir til, at liviumstøðurnar hjá Yahya Hassan gjørdust heldur óróligar, og at úrslitið gjørdist, at hann andaðist 29. apríl 2020 einans 24 ára gamal.