Nýggjur heimildarfilmur um listakvinnuna Ruth Smith

"Tá tú gert ein heimildarfilm, gevur veruleikin tær søguna" sigur Árni Nicolajsen, ið hevur leikstjórnað filmin

Turið Justinussen
8. november 2018 kl. 10:20

Sunnudagin 11. novembur, verður frumsýning í Vági av føroyska heimildarfilminum Søgan um Ruth Smith, ið Árni Nicolajsen hevur leikstjórnað. Filmurin snýr seg um lívið, lagnuna og gátuføra deyða hennara

Lagnan hjá føroysku listakvinnuni, Ruth Smith (1913-1958), var ikki altíð blíð. Hon vaks upp undir trongum korum, og tuberklasjúkan, ið var ein hervilig farsótt, ið tók lívið av pápa hennara, Johan, tá hon var bert níggju ára gomul. Seinni varð systirin, Lina, eisini rakt av sjúkuni.

Tá Ruth Smith flutti til Danmarkar í 1930 fyri at gera álvara av hennara listarligu dreymum, vóru tíðirnar ringar vegna krakkið á gjaldsskálanum í Wall Street, New York. Hon gekk á listaháskúla niðri og gifti seg við arkitektinum, Poul Morell Nielsen, sum undir krígginum teknaði hús, ið skuldu hylja týsku herborgirnar (bunkararnar) á vestvendu stondini í Jútlandi. At Poul njósnaðist fyri Teir Sameindu visti sjálvandi eingin av tá, og hetta loyndarfulla virksemi setti tey bæði í stóran vanda. Eftir kríggið vórðu tey bæði handtikin av nýggjum fólkum í Frælsisrørðsluni, men tá fólk funnu út av sannleikanum, vórðu tey latin leys aftur.

Ruth Smith var lítillátin og lítið viðurkend. Tó hevði hon altíð ein blýant og ein blokk við sær, og hóast miklan mótgang, eydnaðist tað henni, sum frá leið, at gerast ein av størstu koloristunum í Noðurlondum í nýggjari tíð.

Ein listarlig viðgerð av veruleikanum
Hví Árni Nicolajsen valdi at gera ein heimildarfilm um júst Ruth Smith, sigur hann, var rættiliga tilvildarligt:

- Ein dagin í 2012 setti ein hvít dúgva seg seg á høvdið á mær og segði “far og ger ein film um Ruth Smith." Eg havi tó altíð havt áhuga fyri list, og Ruth hoyrir til tey størstu listafólkini í Føroyum. Eg haldi, at hon er tað størsta, men tað er kanska bara mín meining.

Árni Nicolajsen sigur heimildarfilm vera eina listarliga viðgerð av veruligum hendingum, og sambært honum, er heimildarfilmur eisini ein felags verkætlan. Í 2013, áðrenn hann byrjaði at filma, gjørdi hann samrøður við heimildarfólk og skrivaði hesar niður.

- Tá tú gert ein heimildarfilm, gevur veruleikin tær søguna,

Sigur Árni Nicolajsen, sum millum annað hevur samrøður við Hannu, systir Ruth og Jens og Tummas Mikal Smith, ið báðir eru fastursynir Ruth. Eisini hevur Árni Nicolajsen prátað við ein av teimum fýra, ið hjálptu til við at bera líkið av Ruth Smith upp úr mølini í Lopransfjørði, har hon, eftir at hava verið horvin í tveir dagar, varð funnin. 

Óvæntað drúgv filmsleið
- Hetta er mín fyrsti filmur, og eg trúði bláoygt, at hann kundi gerast uppá eitt hálvt ár. Ein yvirgang hugsaði eg, at eg sjálvur kundi klippt filmin og eftirviðgjørt ljóðsíðuna,

Sigur Árni Nicolajsen og ásannar, at filmurin tók væl lognri tíð enn væntað:

- Framleiðslutíðin bleiv longd, eitt nú tí eg setti mær málið hægri og hægri, og tá leikarnir lítla og onga viðbót fáa, kann man ikki krevja, at teir altíð eru til taks,

Hann leggur afturat, at tann, ið spælir Ruth Smith í filminum gjørdist við barn. Hetta seinkaði framleiðsluna við næstan einum ári. Tó fekk gentan, ið varð fødd, sín egna leiklut í filminum, bert ein mánaða gomul.

Tað er dýrt at framleiða ein film, og Árni Nicolajsen sendi fjúrtan brøv út, har hann søkti um stuðulspening til filmsverkætlanina. Hann fekk jaligt stuðulsbræv frá Ruth Smith Listasavninum í Vági, og eftir at vera frávístur nógva staðni, eydnaðist tað honum umsíður at fáa fíggjarligan stuðul játtaðan, og tað fekk hann frá Poul Michelsen. Eisini játtaði Filmsgrunnurin at enda so mikið av peningi til verkætlanina, at hann sum frá leið, hevði ráð at seta ein yrkislærdan at klippa filmin. Tá kom ferð á verkætlanina:

- Til alla lukku fekk eg filmklipparan Jóhannus Elias Johansen og ljóðeftirviðgerarmannin Sámal Jákup Jakobsen at hjálpa mær. Annars hevði filmurin enn seinri ella ongatíð verið liðugur. Í hvussu er var hann ikki blivin nær námind so góður, sum hann nú er blivin.

Gátuføri deyði Ruths
Hvussu doyði Ruth Smith? Hendan spurningin viðgerð og avdúkar heimildarfilmurin hjá Árna Nicolajsen, og tað var kanska júst hesin sami spurningur og tilhoyrandi forvitnið, sum frá byrjan eggjaði Árna Nicolajsen at fara undir gera filmin. Gátan og forvitinskapurin um hví og hvussu Ruth Smith doyði, birtist tá Árni sum ellivu ára gamal gekk til violin saman við Jens Smith, ið er sonur Napoleon (Pola) Smith, beiggja Ruth Smith. Teir báðir prátaðu saman um deyða hennara, og Jens var eitt nú sannførdur um, at Ruth hevði forgjørt sær við at drukna seg.

- Men soleiðis doyði hon ikki.

Sigur Árni Nicolajsen, ið gleðir seg til frumsýningina komandi sunnudag.

Fleiri sýningar vera seinni á øllum meginoyggjunum.

Les her um, hvussu Árni Nicolajsen skifti yrkisleið frá fiskifrøðini til leikstjórnanina.