Nýggjur heimildarfilmur um grindadráp verður at síggja á filmsfestivalum í næstum

Í samband við, at týska filmsfelagið Films Boutique hevur keypt rættindini til heimildarfilmin “A Taste of Whale”, ið snýr seg grindadráp, verður hesin filmur væntandi at síggja á nógvum filmsfestivalum í hesum árinum

Sigurjón Einarsson
9. februar 2022 kl. 14:11

Nógvir heimildarfilmar eru gjørdir um føroyska grindadrápið millum ár og dag. Ofta hava filmarnir verið partískir, har føroyingar ofta eru í leiklutinum sum blóðtystir brotsmenn. Men tey seinni árini hava vit tó sæð nakrar heimildarfilmar um grindadráp, ið halda seg uttanveltað til evnið ella lýsa báðar síður av søguni.

Nú er líkt til, at enn ein ópartískur heimildarfilmur um føroyska grindadrápið verður at síggja á ymisku filmsfestivalunum kring heimin í komandi ári.

Tað er Vincent Kelner, sum hevur gjørt filmin “A Taste of Whale”, har hann lýsir grindadráp frá báðum síðum – teimum, ið drepa hval og teimum, sum mótmæla grindadráp.

Tað er í samband við, at týska filmsfelagið, Films Boutique, hevur keypt rættindini til heimildarfilmin hjá fransmanninum Vincent Kelner, at filmurin er settur á vøruskránna hjá Films Boutique, sum á hvørjum ári hevur 12 til 15 filmar, ið felagið selur til filmsfestivalar kring heimin.

“A Taste of Whale” verður at síggja á nøkrum filmsfestivalum í vár, og verður fyrstu ferð at síggja 27. mai, stendur at lesa á tíðindaskrivi, sum miðilin Variety skrivar um.  

– Eg ynskti at fáa innilit í serligu umstøðurnar í Føroyum umframt at varpa ljós á støðu føroyinga í alheimshøpi, sigur Vincent Kelner í tíðindaskrivinum.

– Vit at lýsa sjónarmiðini hjá grindamonnunum og mótmælisfólkunum gjøgnum fýra fólk, so ynski eg at bjóða hyggjaran av, har føroyska sjónarmiðið er, at skal kjøt á borðið, so má onkur drepa eitt livandi djór. Í Føroyum gongur hetta ikki fyri seg aftanfyri læstar dyr, men undir opnum himli á strondini, har øll kunnu síggja, hvat gongur fyri seg.  

Films Boutique: Ein spennandi filmur
Týska filmsfelagið, Films Boutique, tykist hava stóra vónir til hendan heimildarfilmin um føroyska grindadrápið.

Gabor Greiner, sum er forstjóri í Films Boutique, sigur við miðilin Variety, at talan er um ein spennandi film um Føroyar, “teirra fantastisku náttúru og teirra siðvenjur, har grindadráp er týðandi partur av lívinum í Føroyum”.

Variety skrivar, at týska felagið er hugtikið av, hvussu Vincent Kelner tekur hyggjaran við sær, har hann fatar hyggjaran sum vaksin fólk, sum kunnu gera sær sína egnu niðurstøðu um evnið.

– Filmurin kemur í tøkum tíma, tí hann setur spurnatekn við fløkta spurningin millum tað lokala og globala, sigur Gabor Greiner við amerikanska undirhaldsmiðilin, Variety.

Alsamt fleiri filmar lýsa bæði sjónarmiðini
“A Taste of Whale” er ikki fyrsti filmurin, ið royndir at lýsa grindadráp frá báðum síðum: Hjá føroyingum, ið drepa grind, og hjá teimum, sum mótmæla grindadráp.

Harvið tykist hesin filmur at leggja seg í kjalarvørrin av “The Islands and the Whales” hjá skotska dokumentaristinum Mike Day, ið filmaði í Føroyum í fýra ár, frá 2011 til 2014, har hann læt samfelagið og lyklafólk, sum hann møtti, siga teirra søgu fyri ella ímóti grindadrápi við egnum orðum í grindafilminum.

– Filmurin er ein visuelt og frásagnarliga hugbindandi uppliving við grindadrápinum sum reyðum tráði. Søgan er persónsdrivin og heldur seg tætt uppat grindadrápinum, soleiðis sum tað gongur fyri seg í føroyska samfelagnum. Tó er filmurin ikki óneyðuga partískur ella moraliserandi á nakran hátt. Viðurskiftini vera lýst uttan støðutakan, og hyggjarin má sjálvur meta um, skrivaði Knút Háberg Eysturstein millum annað um “The Islands and the Whales” á sínum bloggi, Heilabrim.