Nýggjur heimildarfilmur um fótbóltsdómarar

Ofta fáa fótbóltsdómarar ring skoðsmál frá bæði leikarum, venjarum og ikki minst frá okkum, áskoðarum. Nú hevur evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, gjørt ein heimildarfilm um mannin við floytuni

Sigurjón Einarsson
19. november 2020 kl. 11:50

UEFA gevur við nýggja heimildarfilminum, “Man in the Middle”, okkum atgongd til alt, ið hendir undir einum dysti fyri ein dómara, har hann til tíðir kennir seg sum einsamallasta fólki í heiminum.

“Man in the Middle” er ein heimildarfilmur í fýra pørtum, ið er gjørdur av UEFA og er tøkur á heimasíðuni hjá evropeisku fótbóltssamgonguni, har vit fáa sleppa at síggja og hoyra, hvat hendir á vøllinum og handan leiktjaldið, tá tað kemur til at døma dystir á hægsta stigi.

Í fyrsta partinum síggja vit støður frá Champions League-kappingini 2018-19, tá VAR varð brúkt fyri fyrstu ferð, har vit fylgja dómarum sum Damir Skomina, Bjorn Kuipers og Clement Turpin og hvussu hesir mugu taka torførar avgerðir – hóast hjálp frá nýggju tøknini.

Her ein forfilmur um nýggja heimildarfilmin.

Til ber at síggja fyrsta part inni á heimasíðuni hjá UEFA her (Tú mást stovna eina konto, men tað er bæði lætt og skjótt at gera).