Nýggjur havnameistari í Havn

Andrias Vang er settur í starv sum havnameistari í Tórshavnar havn

Jákup Bogi Joensen
26. januar 2022 kl. 09:30

Nýggi havnameistarin er ættaður úr Kaldbak og er 51 ára gamal.

Hann er útbúgvin snikkari og síðani skipsførari hjá A.P. Møller.

Hann hevur drúgvar royndir úr ymsum vinnum. Hann hevur starvast í sjey ár sum offiserur hjá Maersk og í tíggju ár hjá Maersk Broker Agency, fyrst sum skipsmeklari og síðani sum leiðari.

Síðani 2014 hevur hann verið í starvi sum deildarleiðari hjá Siemens Gamesa og hevur sum sítt dagliga yrki har at seta havvindmyllur upp, skrivar Tórshavnar kommuna.

Andrias Vang avloysir Jónsvein Lamhauge og tekur við starvinum tann 1. mars.