Summar Festivalurin kunnger í dag, at nýggi føroysku rappbólkurin 21KNM fer at framføra á ársins festivali:
Eitt av nýggju nøvnunum í føroyska tónleikaheiminum er 21KNM. Hetta er rappbólkur mannaður við ungum monnum, sum syngja um kend og heimlig viðurskifti á føroyskum máli. Heiti á sangunum siga frá, at fitt av ungdómsdirvi og humori er við í tónleikinum: "Effo Date", "Mat í Luux", "B.Í.L (Bowla í Leirvík) og "Kom í gear". Sangirnir kunnu hoyrast á Spotify.
Jens Eli Ólason Ellefsen, Petur Fjallsbak, Brandur Reynstind og Hans Olus Johannesen manna 21KNM. Teir eru javnaldrar og stórtrívast saman. Jens Eli, Brandur og Petur rappa, og Hans Oluf er framleiðari.
Við góðum beats, frískum tónleiki og stuttligum og fangandi tekstum fáa teir fólkið við, tá ið teir framføra.
21KNM hevur havt fleiri góðar og lívligar framførslur, og teir eru nú klárir at koma á Summar Festivalin at spæla. Teir vera at hoyra í Tjaldinum.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.