VIÐ EINUM FELAGI Í HOYVÍK ERU VIT STERKARI.
Hetta er málsetningurin sum nevndin í FC Hoyvík arbeiðir eftir.
FC Hoyvík skrivar soleiðis á Facebook vanga sínum:
Mikudagin 22. februar hevði FC Hoyvík ársaðalfund í skúlanum við Løgmannabreyt. Metstór undirtøka var á fundinum, og heili 62 atkvøður vóru til ymsu stemmu avgreiðslurnar. Aftaná fundin var greitt, at felagið skuldi halda fram við somu kós sum undan fundinum, og at trý nýggj fólk vóru komin í nevndina.
Mikudagin, tann 1. mars, hevði nevndin sín fyrsta fund, og skipaði hon seg soleiðis:
Formaður: Fróði Danielsen (nývaldur)
Varða formaður: Bjarni Beder
Skrivari: Leivur Hansen
Peningarøkil: Annika Thomsen
Nevndarlimur: Beinta Fossádal
Nevndarlimur: Katrin Erlendsdóttir (nývald)
Nevndarlimur: Bennvør Ferjá Eyvindsson (nývald)
Síðani hevur nevndin havt enn ein fund, umframt at nývaldu nevndarlimirnar hava luttikið á skeiðinum “Nýggj/ur í nevnd” hjá FSF, sum gevur bestu fortreytir fyri at koma væl í gongd við nevndararbeiði.
At áhugin fyri fótbólti er stórur í Hoyvík er einki at ivast í, og við teimum møguleikum sum eru í Hoyvík, fyri at blíva millum fremstu fótbóltsfeløg í Føroyum, er nevndin farin til verka, og hevur sett sær sum mál at skapa neyðugu karmarnar fyri at røkka hesum.
Hetta krevur eina styrkta fyrisiting í felagnum, og við stuðli frá FSF ber til at seta fólk í starv at røkja hesar uppgávur. Hetta hevur somuleiðis við sær, at nevndin kann arbeiða við strategiskum og trivnaðarátøkum, meðan dagligi raksturin kemur í eina meira skipaða legu.
Hvat viðvíkir barna- og ungdómsfótbólti í felagnum er tað at frøast um, at tað støðugt legst afturat við íðkandi, og hevur felagið fyri fyrstu ferð lið í øllum aldursbólkum. Í hesum sambandi eru vit í gongd við at leggja seinastu hond á ymsu venjaratoymini, saman við okkara høvuðsungdómsvenjara, Leivur Simonsen. Hesin stóri aktivitetur ber sjálvandi bara til við stuðlinum, sum foreldur geva felagnum, við at átaka sær at vera foreldra venjarar, umframt alskyns aðrar uppgávur. Barna- og ungdómsdeildin fer undir sínar regluligu venjingar mánadagin 6. mars.
Hjá teimum vaksnu sær eisini spennandi út til kappingarárið sum byrjar nú. Eisini her er stór framgongd, og hava vit lið í øllum deildum, uttan Betri hjá kvinnum og monnum. Felagið hevur fingið sjósett eitt nýtt flaggskip við samanrenningini við Undrið FF. Her stendur ein legenda í føroyskum fótbólti, Jens Martin Knudsen, við stýrisvøllin. Vónandi verða hetta fyrimyndirnar fyri ungdómin í felagnum, soleiðis, at vit saman skapa karmar fyri næstu legendunum í føroyskum fótbólti. Sum tað framgongur av sosialu miðlunum hjá felagnum er 1. deild klár til kappingarbyrjan í dag, 4. mars.
Nevndin hevur eisini sett sær sum mál at skapa eitt mennandi dómara umhvørvið, og í hesum sambandi at geva øllum, sum hava hug og hegni til tess, møguleika at royna dómara leiðina. Samstundis kunnu vit vera við til at loysa trupulleikan við manglandi dómarum í Føroyum.
Fysisku karmarnir eru stóra avbjóðingin í Hoyvík, og kemur nevndin at arbeiða áhaldandi við hesum í framtíðini. Nakrir batar eru í sjónarringinum, eitt nú hevur felagið fingið eitt eyka dómara og fyrisitingarhølið. Harumframt verður vøllurin skiftur í ár; tó hetta kemur at órógva okkara virksemið, so er hetta ein neyðug íløga.
Vit vóna at fólkini í Hoyvík framhaldandi fara at veita felagnum dyggan stuðul, tí uttan foreldur og viðhaldsfólk er einki felag. Vit fara í næstum at skipa fyri einum limadegi, har høvið verður hjá øllum at hitta nevndina og at kunna seg um karmarnar, um ein ikki longu kennir hesar. Um onkur hugsar, at hetta ljóðar akkurát sum nakað eg kundi hugsa mær at verið partur av, so er øll hjálp so sera vælkomin óansæð stødd.
Koyr á Hoyvík.