Nýggjur formaður er valdur í Fuglafirði

Á eykaaðalfundi í kvøld eydnaðist tað at manna ÍF starvsnevndina

Jóannes Hansen
2. september 2024 kl. 20:59

21. august var ÍF aðalfundur. Tá eydnaðist tað ikki at manna starvsnevndina. Tí var neyðugt við eykaaðalfundi. Hann var í kvøld, og nú bar betri til.

Starvsnevndin er mannað av nýggjum. George Rouah, sum hevur verið formaður seinastu árini, er nú vanligur nevndarlimur.

Nýggjur formaður er Njal Reinert-Petersen, og nýggjur næstformaður er Fritleif í Lambanum.

Ungdómsnevndin varð mannað á aðalfundinum, sum var 21. august.

 

Starvsnevndin skipaði seg soleiðis:

Formaður: Njal Reinert-Petersen

Næstformaður: Fritleif á Lambanum

Kassameistari: Atli Petersen

Skrivari: Irdi Toftegaard

Nevndarlimur: Georges Rouah

Tiltakslimir: Fríði Reinert-Petersen og Rói Dálsá Olsen

Ungdómsnevndin er soleiðis skipað:

Formaður: Pól Hans á Grønatúgvu

Næstformaður: Mary-Ann Zachariassen

Skrivari: Klara Petersen

Nevndarlimir: Palma Tausen og Lillian Jacobsen

Tiltakslimir: Jenny á Lakjuni og Rógvi á Lakjuni Lassen