Havnar Sjónleikarfelag fer í morgin á pall við einum nýskrivaðum, føroyskum jólaleiki, ið Nicolaj Falck hevur skrivað
Jólaleikurin, Jólagleðin, ið hvarv, er ætlaður børnum og barnsligum sálum. Hann snýr seg um álvar og vættrar, sum hittast einaferð um árið at gera fortreð og arga hvønn annan, men finna jólagleðina saman.
Viðhvørt kunnu dagarnar í desember mánaða við jólagávuresi, tiltøkum og mongum øðrum tykjast lúgvandi, og tað kann verða skjótt at gloyma, at jólini í veruleikanum snúgva seg um nærleika og hugna, ið júst er tað, leikurin Jólagleðin, ið hvarv varpar ljós á.
Álvar eru yvirnatúrligar verur sum búgva í heyggjum, sumkunnu tøla menniskju og binda tey til sín. V.U. Hammershaimb sigur soleiðis um vættrar í Færøsk Anthologi I, 1891: Vættrar eru smáir, fríðir til útsjóndar, góðir andar, sum búgva í húsunum hjá góðum fólki, og undir teirra lívd njóta tey sælu og fáa styrk av teimum, so at alt gongur væl í lag í tí húsi, hvar vættrar eru; sælur er vættra vinur, tí at hann kann hvørki trøll ella huldufólk ella nakar livandi undir jørðini ella á jørðini granda.
Leggja nógva orku í barnaleikir
- Vit royna at hava barnaleikir á hvørjum ári og leggja nógva orku í teir, sigur Karin Djurhuus, formaður í Havnar Sjónleikarfelag, við Dimmalætting og leggur afturat:
- Við nevndarsamtykt, miðja vit ímóti at seta ein stóran barnleik upp triðja hvørt ár.
Tað er tó ikki altíð ein føroyskur leikstjóri, ið skrivar hesar barna- og jólaleikir. Eitt nú eru "Fólk og dólgar í Kardamummubýnum", 2015 og "Pettson og Findus", 2017, báðir útlendskir leikir.
Í nýggja føroyska jólaleikinum "Jólagleiðin, ið hvarv" hitta vit eini gentu og einum drongi, einum abba og vættrunum og álvunum, Flykru, Fróu, Fimblu, Gorlu, Gurlu og Gresju. Yngsti leikarin er níggju ár, og tann elsti er í sekstiárunum.
Leikurin verður sýntur týs- miku- og fríggjadag klokkan 18.00 og leygar- og sunnudag klokkan 15.00 í Sjónleikarhúsinum.