Oliva Salo og Emil Olsen gleðast um, at væl dámda realitysendingin nú gerst meiri nýhugsandi, og fevnir um fleiri minnilutar.
- Tú kanst ikki siga Paradise, uttan at siga Rikke. Hetta er eisini størsta orsøkin til, at vit traðka til. Vit hava eitt brennandi ynski um, at menna sendingina, sigur Emil Olsen, ið er ein av nýggju vertunum í nýggju sesongini av donsku útgávuni av Paradise Hotel.
Í 13 ár hevur Rikke Gøransson verið vertur í sendingini, har hon bæði hevur verið elskað og útskeldað.
Nú hava nýggju vertirnir Olivia Salo og Emil Olsen tikið yvir paradísið í Mexico. Tey eru til reiðar, at føra sendingina nýggjar leiðir.
Snýta og svíkja fyri at vinna 500.000 krónur
Væl dámda danska realitysendingin Paradise Hotel hevur gjøgnum 18 sesongir, verið ein stórur partur av bæði danska- og føroyska ungdóminum.
Sendingin gongur fyri seg á marglætishotellinum í Mexico. Spælið er javnt býtt millum dreingir og gentir, ið síðani skulu býtast í pør. Tað er tó altíð ein ella fleiri luttakarir ov nógv, ið síðani búgva í einsliga kamarinum, ið verður rópt solo.
Minst eina ferð um vikuna, tá ið pør skulu skipast, verður ein luttakari sendur út úr Paradise Hotel. Her er tað annaðhvørt gentur og dreingir, ið eru í vanda. Hetta meinast, at aðru hvørja viku er tað genturnar, ið velja tann dreingin, ið tær ynskja sum partnara og umvent. Vikuna aftaná, kemur altíð ein nýggjur luttakari inn, ið skapar ójavna mongd millum gentur og dreingir.
Tað snýr seg um, at gerast síðsti luttakari í spælinum og vinna 500.000 kr, í tí sum verður rópt trúskaparroyndin. Alt byggur upp til hesa heilaðu løtuna. Fyri at gerast so heppin at sleppa higar, snýr tað seg um trúskap, og í síðsta enda um at snýta og svíkja bæði sín partnara og hinir luttakararnir.
Tørvur á meiri fjølbroytni innanfyri realityverðina
Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at sendingin ikki bert hevur ein, men tveir vertir. Somuleiðis er tað eisini fyrstu ferð, at verturin er samkyndur.
- Tað at verða samkyndur, verður tíðanverri enn í nútíðarsamfelagnum ofta sæð niður á. Orsaka av hesum, er tað sera umráðandi, at vit hava eina sending sum Paradise hotel, har ið Emil far eina rødd, og somuleiðis er ein fyrimynd fyri so nógvir ungir dreingir og gentur, greiður Olivia Salo frá.
Emil leggur síðani avtrat.
- Eg haldi, tað er týdningarmikið, at taka eina sending sum Paradise Hotel og fara nýggjar leiðir. Tað hevur verið ætlað hinskyndum fólkið altíð. Tað er týdningarmikið at fylgja við tíðini. Vit kunnu ikki ráða yvir, hvør meldar seg til sendingina. Vit kunnu tó gera okkara fyri at taka sniðið, og broyta tað, frá tí, ið tað einaferð var til nakað heilt nýtt. Hetta hava vit gjørt.
Kynsóheft pør var byrjanin
Í síðstu sesong høvdu luttakararnir fyri fyrstu ferð nakrantíð møguleikan fyri, at standa saman við øðrum av sama kyni. Luttakararnir nýttu tó bert hendan møguleikan einaferð.
- Orsaka av, at Paradise Hotel hevur havt eitt so ávíst snið, og ikki hevur ment seg gjøgnum tíðina, skulu luttakararnir eisini fylgja við, og tað tekur tíð. Teir skulu royna at síggja nýggjar møguleikar, og spegla seg í nøkrum øðrum, enn tey áður hava gjørt í fyrrverandi sesongunum, sigur Olivia Salo avgjørd.
Hon leggur síðani avtrat, at nú byrjaði tað við kynsóheftum pørum í síðstu sesong, og at vit møguliga fara at síggja hetta aftur í núverandi sesong.
Bert ein góð menning
Minnilutar hava ikki altíð verið góðtiknir á marglætishotellinum.
- Um man hevur hugd eftir tí danska Paradise Hotel í 2010 ella 2011, sær man, hvussu framleiðslan hevur stríðst við at fevna um fleiri minnilutar. Luttakararnir tóku tó ikki væl ímóti teimum, byrjar Emil at greiða frá.
Hann heldur síðani áfram við at greiða frá, at ein ovurmikil broyting er farin fram síðani tá.
- Luttakararnir eru blivnir nógv meiri frísinnaðir og góðtakandi. Eingin hevur hugd annaðleiðis eftir mær sum samkyndur. Hetta ræddist eg, var ein møguleiki. Eg eri sera stoltur av núverandi luttakarunum, endar Emil við at siga.
18. sesongin av Paradise Hotel hevði fyrstu sýning týsdagin tann 21. septembur og koyrur í løtuni. Hon er at síggja bæði á Viaplay og heimasíðuni www.viafree.dk.