Nýggju mótstøðuliðini eru Slovakia, Moldova og Gibraltar

Nú er tað greitt, hvørjum londum føroyska A-landsliðið við kvinnum skal spæla ímóti í UEFA Nations League kapping, sum byrjar í februar mánað

FSF/Hans Erik Danielsen
7. november 2024 kl. 14:25

Á middegi var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League 2025-2026 fyri kvinnur.

Fyri føroyska kvinnulandsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar endaðu í bólki C1, saman við Slovakia, Moldova og Gibraltar.

Dystirnir verða spældir í døgunum 21. til 25. februar, 4. til 8. apríl, og frá 30. mai til 3. juni 2025.

Endalig leikskrá verður væntandi kunngjørd í morgin, fríggjadagin, ella tíðliga í komandi viku.

Nú kvinnurnar fara undir nýggja UEFA Nations Legaue kapping, verður tað eisini við nýggjum venjara. Fyribils verður tað Pætur Smith Clementsen, ið kemur at standa á odda fyri kvinnulandsliðnum fram til 30. juni 2025.