Nýggj barnabók eftir Ranvør Isholm

Henda mánaðin gevur Ranvør Isholm út nýggja barnabók! Bókin eitur Hilda og Monsi og snýr seg um gentuna Hildu og dreingin Monsi, sum eru vinir

Tíðindaskriv
31. august 2021 kl. 16:50

Henda mánaðin gevur Ranvør Isholm út nýggja barnabók! Bókin eitur Hilda og Monsi og snýr seg um gentuna Hildu og dreingin Monsi, sum eru vinir. Ein dagin hvørvur Monsi inn í ein Álvaheyggj …

Lena Nicolajsen hevur myndprýtt bókina, ið egnar seg væl til børn, sum eru umleið trý til fimm ár.

Um bókina

Ein morgun fortelur pápi Hildu um álvagentur, sum duga gand. Hilda heldur ikki, at hetta er ein stuttlig søga, tí hon fer beint at hugsa um vin sín, Monsi, sum býr í gulu húsunum beint við Álvaheyggin, har sum álvagenturnar búgva. Hon fer beina leið heim til Monsi – hon má verja hann fyri álvagentunum.

Bókin er innbundin og 28 blaðsíður.

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gevur bókina út. Mentanargrunnur Landsins og Eysturkommuna hava stuðlað útgávuni.