Nú eru nýggjastu tølini fyri yvirliving av krabbameini hjá føroyingum tøk á NORDCAN. Tølini fyri Føroyar vísa eina positiva gongd, tá hugt verður at øllum sløgum av krabbameini samlað. Tað merkir, at talið á deyðstilburðum orsakað av krabbameini er lækkandi. Tó liggja vit nakað niðan fyri hini Norðurlondini.
NORDCAN er ein dátugrunnur við krabbameinshagtølum úr Norðurlondum. Í dátugrunninum eru tøl fyri meira enn 50 sløg av krabbameini, og har eru upplýsingar um eitt nú tøl av tilburðum, deyðatøl, tøl á persónum, sum liva við krabbameini og um yvirliving.
Tá ið tosað verður um yvirliving av krabbameini, vísir hetta á sannlíkindini fyri, at ein persónur er á lívi eina ávísa tíð eftir at hava fingið staðfest eina krabbameinsdiagnosu. Hetta verður roknað sum 1-ára og 5-ára yvirliving, og vísir, hvussu stórur partur av teimum, ið hava fingið staðfest krabbamein, enn eru á lívi eftir ávikavist eitt ár og fimm ár.
Tølini fyri yvirliving vísa, at tað er eitt sindur ymiskt, hvar Føroyar liggja samanborið við hini Norðurlondini, alt eftir hvat slag av krabbameini, talan er um. Fyri bróstkrabba hevur gongdin verið sera positiv, og føroysku kvinnurnar liggja nú næstovast í Norðurlondum fyri 5-ára yvirliving. Tølini fyri prostatakrabba vísa, at yvirliving hjá føroyskum monnum er batnað seinastu árini, og Føroyar liggja nú í miðjuni samanborið við hini Norðurlondini. Tølini fyri tarmkrabba vísa, at 1-ára yvirliving hjá føroyingum er jøvn við hini Norðurlondini, meðan 5-ára yvirliving fyri kvinnur er ovast í Norðurlondum. Gongdin er minni positiv fyri eggjastokka- og eggjaleiðarakrabba, har føroyskar kvinnur hava lægstu 5-ára yvirliving samanborið við hini Norðurlondini.
Tølini geva sostatt eina greiða ábending um, hvar Føroyar liggja viðvíkjandi yvirliving samanborið við hini Norðurlondini, og hóast gongdin sum heild er positiv, er munur á yvirliving, alt eftir hvørjari krabbameinsdiagnosu hugt verður at.
Føroyska Krabbameinsskráin
Heilsustýrið umsitur og mennir føroysku Krabbameinsskránna, sum veitir tøl til NORDCAN. Í Krabbameinsskránni verða savnaðar viðkomandi upplýsingar um diagnosur, kanningar, viðgerð osfr. Endamálið er at kunna gera hagtøl og frágreiðingar til føroysku myndugleikarnar um útbreiðsluna av krabbameini í Føroyum, at lata upp fyri gransking, umframt at greina krabbameinstilburðirnar fyri at kunna leggja arbeiðið í sjúkrahúsverkinum til rættis.
Nýggju føroysku krabbameinstølini eru tøk á: https://nordcan.iarc.fr/en