Nýggjasta trendið á Instagram: Flamingo pose

Beyoncé, Kendall Jenner og The Kardashians hava eisini tikið tann ljósareyða fuglin til sín

Hergeir Staksberg
11. juni 2019 kl. 13:30

Hevur tú vant títt flamingo pose? Um svarið er nei, so mást tú koma inn í kampin. Gloym alt um kríggj og hungursneyð, tí beint nú snýr lívið seg bara um eitt: Flamingo pose!

Minnist tú "fiskamunnin"? Tað var tað heilt stóra í 2015, tá mann skuldi opna munnin eitt pinkalítið sindur, so varrarnar ikki vóru saman, tá mann tók myndina. Ella kanska "duck face", sum var ein samanrenning av einum truttmunni og mussivarrum?

Seinni bleiv tað so T. Rex selfies, har hondin skuldi hvíla tilvildarliga á tínum andliti, men tað endar ikki har. Bambi slapp eisini at fáa eitt pose uppkallað. Fyri at gera eitt Bambi pose, so skalt tú seta teg á skinnabeinini og hvíla rumpuna á fótunum.

(Beyonce dugir ikki bara at syngja og dansa. Hon meistrar eisini sítt Flamingo pose. Mynd: Instagram hjá Beyonce)

Bambi má víkja fyri Flamingo
Tað kann væl vera, at IKEA veit nógv um skáp, men Beyonce veit, hvar skápið skal standa. Tíverri fyri Bambi, so eru Beyonce eisini hoppað upp á Flamingo vognin. Bambi er ein farin tíð, og vilt tú vera meir sum Beyonce, so mást tú í gongd við at venja balansuna og fáa Flamingo pose'ið klárt til summarið.

Eitt Flamingo pose er einfalt. Tú skalt bara strekkja annað beinið, meðan tú boyggir hitt, so beinini skapa ein tríkant. Nei, tað er ikki serliga avslappandi, men hvat ger tað, tá tú verður eitt hakk lekkrari á myndini? Man må lide for skønheden og alt hatta har.

Men tað er ikki bara Beyonce, sum dugir síni Insta ting. Kendall Jenner er eisini farin all in. Hon hevur enntá matchandi kjóla! 

... og sjálvandi eru The Kardashians eisini við.