Tað er rættiliga nógvur vindur eystaneftir við hvirlum upp ímóti 30 metrar um sekundið nógva staðni og løgreglan sigur, at fyribils vita tey um fýra vindskaðar – men talan er bara um smáttarí. Í Vági er ein úthurð farin, í Klaksvík hevur ein rútur fingið skaða, á Argjum er eitt úthang farið og í Havn er ein byggipallur koppaður.
Veðrið verður at kalla óbroytt í allan dag, men vindurin fer at minka seinni, tó at tað framvegis verður vindur fleiri staðni.
Men tað merkir, at nýggjarshaldið í kvøld er í vanda. Reglur eru fyri, nær tað ber til at hava bál, eisini hvussu nógvur vindur kann vera.
Er talan um minni bál undir 1,2 metrar í tvørmát, og sum eru ímillum hús, verður mælt til, at vindurin ikki fer upp um 10 metrar um sekundið. Men er talan um størri mál, sum eru burtur frá húsum, verður kortini mælt frá at brenna táið vindurin fer upp um 15 metrar um sekundið.
Er bálið yvir tríggjar metur í tvørmát, og yvir tveir metrar høgt, skal sløkkiliðið geva loyvi til tað.
Onkustaðni verður vindurin helst undir 15 metrar um sekundið, men nógva staðni verður hann meiri enn tað. harafturat kemur so tað, at tað fer at regna rættiliga illa og tað verðir ikki fyrr enn út ímóti midnátt, at tað slítur í.