Nýggjar sóttarhaldsreglur: Sóttarhald í 3. lið

Nýggja omicron frábrigdið hevur við sær strangari sóttarhaldsreglur, sum eisini umfata tey koppsettu og tey, ið hava havt samband við smittuna í 3. liði. Talan er bert um smittutilburðir hjá teimum, ið júst eru komin til landið.

Steinar Patursson
3. desember 2021 kl. 13:06

Landslæknin hevur í dag almannakunngjørt nýggjar sóttarhaldsreglur í sambandi við nýggja omicron frábrigdið, sum er farið at gera um seg kring heimin.

Sóttarhaldsreglurnar eru nú nakað strammari enn áður í sambandi við smittu, ið er komin til landið við ferðafólki. Hetta er eisini galdandi fyri tey, ið eru koppsett,  og tey skulu nú í sóttarhald, hava tey verið í sambandi við ein smittaðan persón, ið kemur úr útlondum.

Nýggju sóttarhaldsreglurnar eru, at øll, sum hava havt samband við smittaðan persón, sum er komin úr útlondum., skulu í sóttarhald í sjey dagar – hetta er galdandi bæði fyri koppsett og ókoppsett. Hesi verða roknað sum 2. liður.

Allir smittutilburðir verða í løtuni gensekvenseraðir, og hetta kann taka upp í tveir dagar at gera.

Um gensekvenseringin vísir, at talan er ikki um omicron fyribrigdið, sleppa tey í 2. liði úr sóttarhaldinum aftur – væl at merkja, um tey hava negativa koronukanning sjálvi.

Nýggja omicron hevur kortini eisini avleiðingar fyri tey, ið eru at rokna sum 3. liður. Tey, ið hava havt beinleiðis samband við persón í 2. liði, skulu eisini í sóttarhald í sjey dagar, ella til negativt kanningarúrslit fyriliggur frá persóninum í 2. liði.

Talvan niðanfyri vísir, hvussu nýggju sóttarhaldsreglurnar virka.

[Dagført: 15:36 - Greinin segði fyrst, at talan var um allar smittutilburðir. Hetta er kortini ikki rætt, og talan er bert um smittutilburðir úr útlondum. Harumframt er tíðin á sóttarhaldinum stytt úr 10 døgum niður í sjey dagar.]