Nýggjar bøkur í august frá Bókadeild Føroya Lærarafelags

Bókadeildin gevur fimm barnabøkur út í august. Her er eitt lítið yvirlit yvir bøkurnar

Tíðindaskriv
17. august 2021 kl. 10:17

Talan er um fittar smábarnabøkur, har ein teirra er upprunaføroysk. Hinar eru ein Pettson og Findus-savnsútgávu, stuttligt framhald í Træhúsarøðini og síðani fyrstu bókin í nýggjari ungdómsrøð.

Her er eitt yvirlit yvir bøkurnar.

Bebbi og potturin

Bebbi eigur ein pott. Men potturin er tómur. Hvat skal vera í honum? Kanska kubbar? NEEEI! sigur stórasystir. Lítla Músin kanska?

Mervi Lindman skrivaði og myndprýddi, og Marna Jacobsen týddi úr svenskum. Bókin er ein innbundin, 25 síður og til tey, sum eru umleið 0-2 ár.

Hilda og Monsi

Hilda og Monsi eru vinir. Men ein dagin hvørvur Monsi inn í Álvaheyggj ...

Ranvør Isholm skrivaði, og Lena Nicolajsen myndprýddi. Bókin er innbundin, 27 síður og til tey, sum eru umleið 3-5 ár.

Pettson og Findus á ævintýraferð

Í hesari savnsútgávuni eru fimm væl umtóktar søgur. Harafturat fert tú at læra meira um, hvørjir Pettson og Findus í veruleikanum eru, og so eru stuttlig ítriv. Eisini eru skitsur av tekningunum í bókini, so tú sært, hvussu myndirnar taka skap. Akkurát tað rætta til tey, ið eru forvitin at vita meira um heimin hjá Pettsoni og Findusi – og framúr gáva til allar Pettsonfjepparar, ið aldrin fáa nóg mikið av sniflum og Findusi og øðrum stuttligum verum.

Sven Nordqvist skrivaði og myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 150 síður og til tey, sum eru umleið 6-8 ár.

Træhúsið í 104 hæddum

Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 104 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Í træhúsinum er mangt og hvat. Nú kanst tú blaka við køliskápum, gera pengar við pengamaskinuni (sum eisini ger hunang), ganga í teimum óendaligu trappunum, spæla bolla-kríggj, fara í rop-bankan, fløkjast inn í eina stóra fløkju ella vitja stóra skansan, sum er styrktur við eyka sterkum skansa-styrkjara. Íðan, hvørjum bíðar tú eftir? Kom við upp!

Andy Griffiths skrivaði, Terry Denton myndprýddi, og Vagnur Streymoy týddi úr enskum. Bókin er innbundin, 352 síður og til tey, sum eru umleið 9-12 ár.

STYRKI - Karanabreytin, loggbók 1

Rúmdarskipið hjá Sagu er sorlað sundur og farið púrasta av kós, og nú skrivar hon sínar frásøgur, áðrenn hon noyðist at fara í ævigan dvala. Hvør er hon, og hvaðani er hon? Hvat var tað, sum hendi, tá tey fremmandu av Kamenia hertóku hennara gongustjørnu? Hon mátti taka á seg at fara ímóti máttmikla fúrstanum og synum hansara. Sjálvt um hon onga Styrki hevði.

STYRKI er fyrsta bókin í science -fiction røðini hjá Ceciliu Eken og er um styrki og veikleika, tað góða og tað ónda í menniskjum, stríð um vald, svikaráð og kærleika. 

Laura Mary Lydersen týddi úr donskum. Bókin er innbundin, 243 síður og til tey, sum eru 13 ár og eldri.