Nýggja Twitter tænastan skal eita Twitter Blue

Tænastan fer at kosta 2.99 dollarar um mánaðin og hevur eina "Undo Tweet" funku

Steinar Patursson
18. mai 2021 kl. 10:17

Ein Twitter brúkari hevur nú funnið fram til, at Twitter er í ferð við at menna nýggja tænastu, ið skal eita Twitter Blue.

Jane Manchun Wong hevur á Twitter boðað frá, at hon hevur kannað Twitter og funnið bitar av tøkni, ið gera greitt, at nýggja tænastan skal eita Twitter Blue, og at tænastan fer at kosta 2.99 dollarar um mánaðin, skriva millum annað The Guardian.

Nýggja tænastan fer eisini at hava eina ”undo tweet” funku, soleiðis at brúkarin kann taka tweets burtur, men tað er ikki heilt greitt, hvussu hendan funkan fer at vera øðrvísi enn bara at sletta tweets.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jane Manchun Wong hevur avdúkað komandi funkur og tænastur hjá stóru tøknirisunum, tí hon hevur áður gjørt júst tað sama við Facebook og instagram við at róta gjøgnum koduna á appunum, hvørja ferð tær verða dagførdar.

Tað hevur leingi verið greitt, at Twitter hevur arbeitt við einari skipan, har brúkarin kann rinda fyri tænastuna, men tað hevur verið óvist, hvussu skipanin fer at síggja út, og hvussu hon fer at eita.

Twitter hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini.