31. oktober 2017 – sjálvan 500 ára dagin fyri trúbótina – fáa føroyingar fyri fyrstu ferð eitt Nýggja Testamenti á gerandismáli, kallað “Nýggi Sáttmálin”.
Útgávan er serliga ætlað ungum og teimum, sum ikki eru so væl kend við bíbilsku frásagnirnar, men øll kunna fáa gagn av at lesa hesa nýggu slógbrótandi útgávu.
Tað er Heri Tróndheim, sum hevur týtt “Den Nye Aftale” hjá danska bíbliufelagnum. Onnur hava lisið týðingina, fyri at tryggja trúskap ímóti grundmálinum og at málið er gott føroyskt gerandismál.
Tað er forlagið “Bókin” hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum gevur út. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur ritstjórnað, og Føroyaprent staðið fyri uppseting og prenting. Mentamálaráðið hevur stuðlað verkætlanini.
Nýggi Sáttmálin er nú at fáa í bókasølum um alt landið.
Í samband við søguligu útgávuna, verður bókin løgd fram í Norðurlandahúsinum týsdagin 31. oktobur kl. 14.