Nýggja svimjihøllin, sum er størsta verkætlan í kommununi nakrantíð, er meginavrikið

Kommunuval 2024: Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
25. mai 2024 kl. 14:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Fegnist um mong avrik, m.a. dansistovuna í Funningi, men nýggja svimjihøllin í Runavík, størsta verkætlan í kommununi nakrantíð, er sjálvandi meginavrikið. Hon verður liðug næsta vár.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Vit hava rikið kommununa javnsvarandi við fíggjarligu orkuna, og tí fái eg ikki iðrað meg um nakað, sum ikki er gjørt.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Tað er bygging av dagstovni og skúla, sum eru undir fyrireiking.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Havi sitið í sessinum í skjótt níggju ár, og kann ætla, at tey flestu ynskja sær eitt skifti við borðendan. Annars er ongin áheitan komin um uppstilling, somikið lættari er valið.