Ongi úrslit

Nýggja staklagið hjá Sigmundi komi út

Í dag hevur Sigmund útgivið nýtt staklag, ið verður rópt The Seventh Day.

Anna Joensen-Næs
19. juni 2021 kl. 19:49

Í dag er nýtt lag frá Sigmund komið út. Sigmund er annars mest kendur sum limur í Joe & The Shitboys og Kóboykex. Men nú er hann so eisini klárur við solo-útgávu. Lagið eitur "The Seventh Day”, og er av komandi útgávuni "The Everlasting Pump”, ið kemur út seinni í summar.

Við sær á lagnum hevur hann Jacob Bjarka Bech á gittara, Aksel Tórgarð á bassi, Sjúrður Djurhuus Tróndheim á orgul, og Tóra Atlason á trummum.

Hoyr lagið á Spotify: https://open.spotify.com/track/58O9vilQiHac2PEMU4cd8I?si=d28d6a0e2c774e8a

Hoyr lagið á Youtube: https://youtu.be/Rw4E39aE8q8

Lagið er eisini at finna á øllum teimum vanligu stroymingartænastunum.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

Í gjár kl. 07:43

Myndir: Heðin Mortensen 80 ára føðingardag

10. apríl kl. 23:26