Nýggja spælútgávan Civilization VII verður útgivin í 2025

Í februar 2025 kemur nýggjasta spælið í vælumtóktu strategi-røðini Sid Meier’s Civilization út. Hetta verður sjeynda útgávan í røðini, sum byrjaði í 1991, og hevur selt fleiri enn 70 milliónir eintøk um allan heim.

Halgir Winther Nagata
21. august 2024 kl. 17:30

Í februar 2025 kemur nýggjasta spælið í vælumtóktu strategi-røðini Sid Meier’s Civilization út, skrivar Gaming.fo. Hetta verður sjeynda útgávan í røðini, sum byrjaði í 1991, og hevur selt fleiri enn 70 milliónir eintøk um allan heim.

Hvat er Civilization?

Sid Meier’s Civilization er ein spælirøð, sum er kend fyri at bjóða leikarum eina djúpa strategiuppliving, har tú leiðir eitt land ella eina mentan gjøgnum søguna. Tín uppgáva er at byggja býir, menna tøkni, stovna herdeildir, og stýra politiskum og diplomatiskum sambondum við onnur lond. Spælið er “túr-baserað”, sum merkir, at tú flytur, og síðani flyta hini londini, eitt skifti hvør.

Hvat er nýtt í Civilization VII?

Hin nýggjasta útgávan, Civilization VII, bjóðar fleiri nýggjar eginleikar og betringar. Sum nakað nýtt kanst tú nú velja leiðarar og sivilisatiónir hvør sær, sum gevur tær møguleikan at skapa heilt nýggjar strategiskar samansetingar. Hvør aldur í søguni hevur nýggjar avbjóðingar og møguleikar, og títt val í hvørjum tíðarskeiði ávirkar, hvussu títt samfelag mennir seg.

Spælið fer eisini at bjóða eina víðkaða spæluppliving við betraðum grafikki og nýggjum diplomatiskum møguleikum, har tú kanst samstarva ella stríðast við aðrar sivilisatiónir. Spælið verður tøkt á fleiri pallum, sum PlayStation 5, Xbox Series X|S, Nintendo Switch, og PC.