Nýggja spæliplássið á Skúlatrøð er liðugt

Verkætlanin, sum er framd í fleiri byggistigum, kostar áleið 5,6 mió. krónur

Myndir: klaksvík.fo
klaksvík.fo
21. august 2024 kl. 14:11

Skúlagarðurin inniheldur eitt amfiteatur (kringleikhús, lítlan fótbóltsvøll, rennistrong og aðrar leikur til rørslu.

Nýggja útiøkið er ætlað miðdeild skúlans (4.-6. flokk). Tað merkir, at umleið 230 næmingar nýta hendan partin av skúlagarðinum. Økið er ikki einans hugsað til skúlanæmingar í fríkorterinum, men ætlanin er, at tað skal vera til gleði og gagn fyri allan býin.

Verkætlanin, sum er framd í fleiri byggistigum, kostar áleið 5,6 mió. krónur. Tað er Fuglark, sum hevur teknað, og Kanjon hevur framt arbeiðið.