Allarhelst eru tað fleiri, sum hava glett seg sum smábørn til jólar at síggja nýggjastu Ringanna Harri-sjónvarpsrøðina, ið nú endiliga er vorðin tøk á stroymingtænastuni Amazon.
Nú vera heimskendu dvørgarnir, álvarnir og gandakallarnir hjá J.R.R. Tolkiens endiliga aftur at síggja á skíggjunum kring knøttin í nýggjari sjónvarpsrøð, ið nevnist “Máttmiklu ringarnir”. Talan er um eina røð uppá átta partar. Partarnir koma út so við og við fram til 14. oktobur.
Hóast Ringanna Harri fjeppararnir leingi hava glett seg at sæð nýggju røðina, so fær nýggja røðin ógvuliga ymisk skotsmál. Eitt nú hevur røðin fingið sera vánalig ummæli í donskum miðlum.
- Mín innari hobbit grætur yvir mastodontrøðina hjá Amazon, skrivar ummælarin hjá danska miðilinum Soundvenus. Soundvenus gav røðini tvær stjørnur.
Ein annar danskur miðil, ið heldur ikki er imponeraður av nýggjastu Ringanna Harri-røðini er Jyllands-Posten, ið gav røðini tríggjar av seks stjørnum. Eisini B.T. gav tríggjar stjørnur, meðan Ekko bert gav røðini tvær stjørnur.
Aðrastaðni úti í heimi fær røðin tó betur ummæli, millum annað gevur The Guardian røðini fýra av fimm stjørnum. Eisini bretski miðilin BBC hevur ummælt røðina. Um røðina skrivar ummælarin millum annað soleiðis: “visuelt stórsligið, men ófullkomin”. Hóast hetta skotsmálið, so fær røðin fýra av fimm stjørnum.
Sambært miðlinum IGN, so hevur røðin kostað 60 milliónir dollarar fyri hvønn part. Hetta ger røðina til tað dýrastu røðina nakrantíð.