“Nýggja” Norrøna tekur seg væl út

Skipið er enn tað sama, hóast tað í mangar mátar er fullkomiliga broytt. Umstøðurnar hjá teimum ferðandi eru nú væl betur enn tær vóru áðrenn umbyggingina. Norrøna var í dag á Havnini, fyri fyrstu ferð síðan hálvan desember

Sveinur Tróndarson
8. mars 2021 kl. 17:56

Í dag kom hon so á Havnina. Ferjan, sum vit hava sæð, so mangar ferðir, tey flestu okkara bæði innan og uttan.

Hesaferð var myndin tó øðrvísi, fyrst og fremst, tí skipið er um- og útbygt. Men tað er eisini dagført, so umstøðurnar umborð eru blivnar betur. Um tað so eisini merkist á annan hátt, fara vit ikki at siga nakað um, vit kunu bara staðfesta, at stóra nýggja rúmið, “Sky-barrin”, sum er sett oman á Norrønu, sær út sum ein rættiliga spennandi verkætlan.

Og hon fer at geva teimum ferðandi eina heilt aðra uppliving á túrinum. Eitt er, hvussu tað verður í góðveðri, tí eingin ivi er um, at tað verður vakurt at sita innanfyri stóru vindeyguni og hyggja út, men nakað heilt annað er, hvussu tað verður í óðveðri. Útsýnið verður framvegis tað sama, men man kann bara ordiliga at ímynda sær, hvussu akkurát tað fer at síggja út, at sita har inni og uppliva eitt sindur óslættan sjógv.

Tað eru fleiri sermerkt viðurskifti við nýggju “sky-barrini”. Tað eina er, at hon er 36 metrar omanfyri vantskorpuna, eitt annað er, at hon stingur umleið ein metur út um skipssíðuna. So tað følist veruliga, sum hongur man í leysum lofti, tá man fer heilt út til vindeyguni í síðuni.

Og so er tað sjálv innrættingin av nýggja “hølinum”. Tað er rættiliga væl hugsað, um tað skal sigast stutt. Tí tað er bygt á ta gomlu føroysku skipasøguna. Tað sæst alt fyri eitt, tá ein trýnir inn, tí barrin er formað sum gronin á Westward Ho. Hon er eisini málað í somu litum og sjálvt nummarspjaldrið er komið við.

Tá man so fer yvir í hitt borðið, so sær man, at tankin um at virða gamlan føroyskan sjómansskap, er gjøgnumførdur, tí har eru klivar innrættaðir, sum er tað umborð á einari gamlari slupp. Og yvir hvørjum kliva standa eyðkennisnumrini hjá teimum trimum sluppunum, Draganum, Jóhonnu og Westward Ho.

Tað er tó ikki bara útbyggingin, sum er áhugaverd við Norrønu, tí nógv er eisini broytt umborð. Matstovurnar hava fingið nýtt navn og eru broyttar eitt sindur, nýggj myndatema eru gjørd umborð, at leinkjað verður til bæði gamla føroyska og íslendska søgu, og gongur tú ein túr umborð, og gevur tær stundir, so fært tú ein túr gjøgnum føroysku siglingarsøguna, sum hevur við uttanlandssigling at gera.

Og so eru tað nýggju kømuruni, sum bæði eru rúmligari og ljósari enn tey gomlu. Tað er eingin ivi um, at hesi fara at koma teimum ferðandi – og ikki minst skipinum til gagns. Tí tørvur var á teimum.

Í grundini er Norrøna ikki broytt so øgiliga nógv, og tó er hon akkurát tað. Tí nú hava tey ferðandi eisini meira pláss uttandura. Tað er ein góð avgerð, tí so sleppa fólk at gera akkurát tað, sum endamálið er, tá ein fer at ferðast. Tey kunnu sita í erva – inni ella úti – og njóta náttúruna. Eisini tá ein “bara” sær sjógv.