Nýggja hotellið: Atlantic Airways tryggjar rakstur og gjaldføri

Tjóðarflogfelagið hevur veruliga verið í ódnarveðri síðan korona-kreppan í mars mánaði legði ferðavinnuna stilla. Felagið hevur uppsagt um 100 fólk, men nú verður spurnartekn sett við skyldurnar hjá felagnum móti nýggja hotellinum, Hilton Garden Inn

Sveinur Tróndarson
13. juni 2020 kl. 12:15

- Atlantic Airways hevur, sum tað stendur í roknskapinum, tryggjað lángevaranum, at raksturin og gjaldføri hjá Hilton Garden Inn er nøktandi til at halda hotellinum gangandi í fimm ár.

Tað sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways, tá Dimmalætting spyr, hvussu teksturin í notu 18 í roknskapinum hjá tjóðarflogfelagnum skal skiljast.

Í notuni, sum snýr seg um veðsetingar og møguligar skyldur, stendur viðvíkjandi móðfelagnum, hvørjar skyldur felagið hevur, sum ikki annars síggjast í roknskapinum.

Tað er í ljósinum av teimum 100 uppsagnunum, at spurnartekn er sett við skyldurnar hjá felagnum yvirfyri nýggja gistingarhúsinum, sum felagið er í ferð við at byggja við Staravegin í Havn.

Millum annað er tað komið óvart á fleiri politikarar, at Atlantic Airways hevur skyldur, sum hava við nýggja gistingarhúsið at gera. Tað kom fram í KvF herfyri.

Atlantic rekur hotellið
Bygnaðurin í samband við nýggja hotellið er tann, at Atlantic Airways og Lív saman eiga pf. Ognarfelagið matr. nr. 1332e, sum er tað matrikunummarið, sum Hilton Garden Inn stendur á.

Lutfallið av eigaraskapinum stendur eisini í roknskapinum hjá flogfelagnum, og har sæst, at Atlantic Airways eigur ígjøgnum pf. Hotel Atlantic 40 prosent av felagnum, sum eigur bygningin.

Tað vil so aftur siga, at Lív eigur restina av felagnum gjøgnum tvey partafeløg. Pf. Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag og Tryggingarfelagið Lív pf. eru sambært yvirlitinum bæði partaeigarar í felagnum, sum eigur hotellið.

Men tað verður Hotel Atlantic, tað vil siga, felagið, sum Atlantic Airways eigur, ið kemur at reka Hilton Garden Inn.

Til tað endamálið hevur felagið leigað hotellið frá felagnum sum eigur tað, og tað er gjørt við einum sáttmála, sum gongur í minsta lagi í 20 ár, stendur at lesa í notu 18 í roknskapinum hjá Atlantic Airways.

Vanligt fyribrigdi
Tá tað kemur til tryggingina av rakstrinum, sigur Niels Mortensen, at tað eigur ikki at koma óvart á nakran, at eitt móðurfelag hevur eina ávísa fíggjarliga binding móti einum nýstovnaðum dótturfelag.

- Vit valdu fyri nøkrum árum síðan at fara undir at byggja eitt nýtt gistingarhús, tí tað mangla gistingarmøguleikar í Føroyum. Vit hava onnur hotel, men tað eru ikki nóg nógvar sengur til øll ferðafólkini, sum koma til landið, og tá tað ikki tyktist at vera nakar áhugi hjá nøkrum øðrum tá, fór Atlantic Airways inn í verkætlanina, greiðir hann frá.

Og fyri hann er tað ein sjálvfylgja, at móðurfelagið mótvegis tí, sum fíggjar felagið, tryggjar raksturin eitt tíðarskeið.

- Eg vildi hildið at tað var ein sjálvfylgja, at vit siga, at vit standa aftanfyri okkara egna felag, sigur Niels Mortensen.

Tryggjar gjaldføri
Sambært nevndarformanninum skal tað, sum stendur í notu 18 í roknskapinum, skiljast soleiðis, at flogfelagið tryggjar, at Hilton Garden Inn hevur pening tøkan til at tryggja raksturin næstu fimm árini.

Orðingin skal tí ikki skiljast sum ein undirskotstrygd soleiðis at skilja, at hevur felagið fimm milliónir krónur í halli, so rindar Atlantic Airways felagnum hesar fimm milliónirnar.

- Atlantic Airways hevur givið lyfti um at tryggja raksturin og gjaldføri hjá hotellinum næstu fimm árini og tað er beinleiðis soleiðis tað skal skiljast, sigur Niels Mortensen.

Hilton Garden Inn er ikki liðugt enn, men tað var heldur ikki upprunaliga ætlanin. Hon er, at hotellið skal vera klárt seinni í ár, og tað verður tað eisini, sigur nevndarformaðurin.