Nýggj vitan um rákið kring Føroyar

Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á P/F Fiskaaling, hevur givið út grein í altjóða vísindaritinum Regional Studies in Marine Science um rákið kring Føroyar

Sigurjón Einarsson
17. november 2020 kl. 11:30

Um tú hevur áhuga fyri streymviðurskifti her í Føroyum, so er nú enn meira vitan um hetta, hvussu streymrákið er kring Føroyar tøk.

Sissal V. Erenbjerg hevur í longri tíð arbeitt við eini FarCoast800 modellskipan í samstarvi við Havstovuna í Bergen og universitetið í Keypmannahavn. Í verkætlanini er ein telduskipan set upp soleiðis, at til ber at síggja millum annað rákið rundan um Føroyar og landgrunnin í hægri upploysn og eisini betri góðsku enn nakrantíð fyrr.

Eitt nú ber til at síggja, hvussu Eysturíslendskt streymrák rennur inn í føroyskt øki.

Verkætlanin er á henda hátt ein týðandi liður í, at fáa størri vitan um rák og sjógv kring Føroyar, og serliga á tí føroyska landgrunninum, og hvussu hetta kann ávirka vistfrøðina her um leiðir.

Til ber at lesa alla greinina her.

Verkætlanin byrjaði í 2016, og hon er fíggjað av Granskingarráðnum, Mowi, Statoil, Bakkafrost og P/F Fiskaaling.

Kelda: fiskaaling.fo