Nýggj veljarakanning: Samgongan sligin í gólvið

Veljarin hølvar samgonguna av í nýggjari veljarakanning

Áki Bertholdsen
14. september 2024 kl. 10:38

Hevði Løgtingsval verið í dag, hevði samgongan rættiliga verðið sligin í gólvið.  Tað er úrslitið av eini nýggjari veljarakanning hjá Portalinum. 

Kanningin vísir, at samgongan, sum hevur 18 tinglimir, hevði mist heilar fimm tinglimir og hevði sostatt mist meirilutan og hevði verðið sett á aftasta bonk í Løgtinginum.

Kanningin hjá Portalinum vísir, at var løgtingsval í dag, hevði Fólkaflokkurin verðið tann heilt stóri sigurharrin, tí ann hevði fingið 28,8 prosent av atkvøðunum og tað hevði givið honum heili 10 tingsessir, ella fýra tingsessir fleiri enn hann hevur í dag. Á seinasta løgtingsvalið fekk hann 18,9 prosent av atkvøðunum.

Sambandsflokkurin hevði verðið næststørsti flokkur tí hann hevði fingið 22,2 prosent av atkvøðunum og átta tingsessir, sum er ein meiri enn nú fleiri enn nú. Á seinasta valið fekk hann 20 prosent.

Men sostatt høvdu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin kunnað skipa samgongu einsamallir.

Javnaðarflokkurin hevði verðið triðstørsti tí hann hevði fingið 20,4 prosent, sum er ein stór afturgongd tí á valinum seinast fekk hann 26,6 prosent. Sostatt hevði hann fingið sjey tinglimir, sum eru tveir minni enn í dag.

Eisini Tjóðveldi fær ein lúsing, tí tey høvdu bara fingið 13,2 prosent av atkvøðunum og tað gevur honum bara fýra tingsessir, aftur ímóti teimum seks, hann hevur nú. Á seinasta løgtingsvalið fekk hann 17,7 prosent.

Sjálvstýrið hevði framvegis ikki sloppið á ting og Framsókn missur eisini undirtøku - og missur ein tinglim. Framsókn hevði findið 6,9 prosent av atkvøðunum - á seinasta løgtingsvali fekk hann 7,5 prosent. 

Hinvegin kvinkar Miðflokkurin upp eftir, tí tey fáa 7,1 prosent av atkvøðunum aftur ímóti 6,6 prosentum á seinasta løgtingsvalið, men hann fær eisini tveir tinglimir hesa ferð, vísir veljarakanningin hjá Portalinum.