Nýggj uppfinning ger fólk skjótari edrú

Ein kanadisk uppfinning ger tað, at fólk gerast edrú tríggjar ferðir skjótari enn vanligt

Sigurjón Einarsson
15. november 2020 kl. 13:27

Meðan summi røkta sínar timburmenn í dag, tí tey kanska hava fingið ov nógv innanborðs í gjárkvøldið, so er góð tíðindi at frætta – kanska í dag, men ikki eitt leygarkvøld.

Ein uppfinning í Kanada, ið kallast ClearMate, ger tað, at fólk gerast edrú tríggjar ferðir skjótari enn vanligt.

Tað skrivar blaðið The Independent.

Andadrátturin er ein av háttinum, har kroppurin úrskilir eitrandi alkohol, ið fyri tað mesta verður niðurbrotið í livrini annars.  

Kanadiska kanningin fann fram til, at tess skjótari andadrátturin er, tess skjótari úrskilir kroppurin alkohol, skrivar The Independent.

Men verður andadrátturin ov skjótur, so kunnu fólk yviranda og gerast í ørviti. Hetta er vandamikið og kann enda við, at fólk anda ov nógv koltvísúrni út og svíma.

ClearMate-maskinan, ið er ein gassmaska, sum er samanbundin við tveir smáar tangar við ávikavist ilt og kolstvísúrnu, ger tað, at tað verður gjørd ein tamd yviranding, sum tryggjar, at fólk ikki missa vitið.

Maskinan syrgir fyri, at javnvágin millum ilt og koltvísúrni í lungunum er konstantur á tann hátt, at fólk eisini anda koltvísúrni inn.

Talan er um eina lítla kanning, tí tað vóru bert fimm sjálvbodnir mans, sum luttøku í kanningini. Teir drukku sær eina lítla kenning, og so varð maskan sett uppá og mált varð, hvussu skjótt alkoholið bleiv úrskilt  - bæði við og uttan hesa sergjørdu masku.

Tá sergjørda maskan varð brúkt, so gekk tað tríggjar ferðir skjótari at gerast edrúur enn vanligt, sambært The Independent.

Tá talan er um so lítla kanning, so ynskja granskararnir, at fleiri kanningar verða gjørdar, so úrslitið av kanningini kann staðfestast.  

Tað verður nokk eingin trupulleiki at finna sjálvboðin fólk til eina slíka kanning.

Kanningin er almannakunngjørd í Nature.