Nýggj tilmæli: Kunnu møtast í bólkum á 200 fólk

Løgmaður legði í dag fram nýggj koronutilmæli. Koronutilmælini eru nú linari, og tað skal gerast meira liviligt í Føroyum, segði løgmaður

Steinar Patursson
5. mars 2021 kl. 12:44

Frameftir verður møguligt at savnast í skipaðum bólkum upp á 200 fólk.

Tað var eitt av boðunum, ið Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, gav á tíðindafundi í Kringvarpinum fyrrapartin í dag.

Lyklaorðið hjá løgmanni í hesum samanhangi var kortini, at hesir bólkar skulu vera skipaðir, soleiðis at tað verður lætt at gera smittuuppsporing, skuldi tað hent seg, at smitta verður staðfest hjá onkrum í bólkinum.

Ítøkiliga merkir hetta, at tað skal vera okkurt slag av skráseting av teimum, ið luttaka í bólkunum, gjørdi løgmaður greitt.

Harumframt greiddi løgmaður eisini frá, at frá 1. apríl sleppa tey, ið eru koppsett, undan at fara í seksdaga heimauppihald, tá tey koma til Føroya.

Tað er ein greið orsøk til, at landsstýrið nú velur at linka um koronutilmælini.

- Tað lýsir í eysturi, segði løgmaður, sum hugleiddi um, at nú er eitt ár liðið, síðan fyrsti tilburður av koronu kom til Føroya, og landið fór niður í ferð.

Seinastu tíðina hevur koronustøðan í Føroyum kortini verið so mikið góð, at nú kunnu Føroyar næstan seta fulla ferð á, vildi løgmaður vera við og vísti á, at Føroyar hava nú verið í gongd við koppsetingini í tveir mánaðir, og hann sjálvur væntaði, at føroyska koppsetingartilgongdin verður liðug áðrenn tíð.

Higartil hava almennu tilmælini verið, at ikki fleiri enn 100 fólk skulu hittast í bólki, men tað hevur verið so sum so, hvussu hetta tilmælið hevur verið fylgt ymsastaðni í samfelagnum.

Nú verður kortini møguligt at koma saman í bólkum á 200, og tað merkir millum annað, at seinasti parturin í hondbóltsárinum kann spælast fyri tvífalt so nógvum áskoðarum.

Fótbóltsárið stendur eisini fyri framman, og Fótbóltssamband Føroya hevur givið liðunum í Betri deildini kunning um, at tey skulu skipa dystirnar soleiðis, at áskoðaraplássini skulu býtast upp í bólkar á 100, har ikki ber til at ganga millum ymsu bólkarnar.

Spurningurin um tónleikafestivalarnir var eisini í lofti á tíðindafundinum í dag, men Bjarni á Steig, læknafakligur ráðgevi hjá landsstýrinum, gjørdi greitt, at tað var alt ov tíðliga at siga, hvussu støðan fór at vera hjá tónleikafestivalunum.

Bjarni á Steig vísti á, at ein av stóru avbjóðingunum í sambandi við tónleikafestivalarnar er, at fólk koma úr útlondum at framføra á festivalunum, men at tey, eins og onnur, skulu í heimauppihald í seks dagar.

Hóast koronutilmælini vórðu linkað í dag, legði løgmaður eina við, at ætlanin er at eftirmeta tilmælini aftur beint eftir páskir. Stingur okkurt seg hinvegin upp áðrenn ta tíð, verður eftirmett beinanvegin, segði Bárður á Steig, løgmaður.