Nýggj tilboð til ferðafólk í Gøtu og Leirvík

– Har hava tey funnið ein máta at samantvinnað landbúnað og ferðavinnu

Í Eysturkommunu hava tey ikki lagt so stóran dent á ferðavinnuna, men tað ætla tey at broyta og í summar eru ymisk nýggj tilboð á skránni
Áki Bertholdsen
16. mai 2024 kl. 19:30

Í Eysturkommunu, sum er Gøta og Leirvík, hava tey ikki gjørt so nógv burtur úr ferðavinnuni. Men tað ætla tey at broyta og í hesum sambandi hava tey sett Astrid Johannesen í starv sum mentanar- og ferðavinnusamskipara í kommununi.

Og hon sigur, at í ár hava tey ymisk nýggj tilboð til ferðafólk. Og eitt nýtt tilboð, tey eru rættiliga spent upp á, er, at á Varmakeldugarðinum, í Norðragøtu hava tey nú eitt nýtt tiltak har tey hava samantvinnað landbúnað og ferðavinnu.

Tað er serliga eitt tilboð fyri barnafamiljurnar, har børnini, og tey vaksnu, kunnu ganga runt í fjósinum og síggja neyt og kálvar, røra við tey og kela teimum.

Tey sleppa eisini at síggja, hvussu neyt verða mjólkað nú á døgum við robott, og aftaná verður farið uppá fjósloftið har tey ber til at fáa okkurt at eta og drekka. Og tað serliga við tí er, at har eru stórir rútar við góðum útsýni niður yvir fjósið.

Heimablídni er eitt tilboð, sum hevur vundið nógv upp á seg hesi seinastu árini. Tað er eitt tilboð har fólk bjóða ferðafólki heim at fáa eina máltíð.

Og í Leirvík er ett nýtt tilboð av hesum slagnum í summar. Hetta er eitt tilboð, sum mest er ætlað vaksnum, sum eru farin ein túr og har tað verður gjørt eitt sindur meiri burtur úr.

 

Gøtusandur og tróndardagur

Astrid Johannesen sigur, at annars hava tey eisini tann stóra sandin í Syðrugøtu, har tað altíð er stuttligt og hugnaligt at vera ein góðveðursdag, serliga hjá barnafamiljum.

Gøtusandur kanska mest kendur fyri at hýsa víðagitna G-festivalinum, og hann verður sjálvandi aftur í ár. Hann verður í døgunum 18 - 20 juli og tað er eitt tiltak, øll bygdin stendur saman um.

Sama dag, G-festivalurin byrjar, nevniliga hósdagin 18. juli, verður eisini Tróndardagur í Norðragøtu.

Har verða nógv tiltøk fyri børn og har fara ordiligir víkingar at vísa vápnaleik og at spæla ymisk spøl, sum víkingar spældu.

Tey vóna, at tey, sum koma, eru við upp á at spæla spølini og dagurin endar við einum lítlum fólkafundi við røðum og tónleiki.

Seinni í summar, fríggjadagin 16. august og leygardagin 17. august, verða Leirviksdagar. Tann 16. koma føroysku seglskipini til Leirvíkar á veg sjómannadag í Klaksvík.

Í tí sambandi verða nógv tiltøk fríggjadagin fyri børn og vaksin, bæði hoppiborg, fiskibrunnur, og annað, og tiltak verður eisini á bátasasavninum - og um kvøldið verður dansur.

Og leygardagin hittast tey so aftur á keiini at vinka seglskipunum farvæl á veg til Klaksvíkar.

 

Limmilundin og Koronuhylurin

Í Leirvík hava tey eisini eina lund oman fyri bygdina. Lundina kalla tey Limmilundin eftir Oliviu, vanliga nevnd Limman. Hon gjørdi nógv burtur úr at planta og tað var eisini hon, sum plantaði tey fyrstu trøini í Limmilundini.

Í Limmilundini er eisini ein hylur, sum á mannamunni verður kallaður Koronuhylurin, tí hann varð gjørdur í meðan korona herjaði í 2020 og 2021. Tað er ein hylur, har børn kunnu vassa, svimja og sigla við smáum bátum.