Nýggjar dagførdar útbúgvingar og smidligari tilboð til teirra, sum hava tørv á tí. Fróðskaparsetur Føroya hevur sett nýggja kós fram til 2030, og málið er m.a. at bjóða fleiri útbúgvingar sum parttíðarlestur fyri at linka trýstið á arbeiðsmarknaðin og at lata meira upp við fleiri stakskeiðum undir heitinum “Opið Setur”
Fróðskaparsetur Føroya hevur lagt nýggja strategiætlan fram til 2030. Ætlanin fevnir víða, men í hesum umfarinum verður dentur lagdur á aktuellu málini í miðlunum um stóra eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í Føroyum.
Búfestið í Føroyum má styrkjast, tí hvørki búskaparliga ella sosialt er tað burðardygt, at 40 prosent av teimum ungu flyta av landinum, og at bara helvtin av teimum kemur heimaftur.
Vit kunnu og eiga at gera Føroyar til eitt betri lestrarland fyri okkara ungu við betri útbúgvingarmøguleikum. Men vit sleppa ikki undan at gera íløgur í lestrarbústaðir og kampus, skal streymurin av landinum tálmast.
Fróðskaparsetrið vil byggja brúgv til miðnám og til Hægri nám á Glasi, soleiðis at fleiri ungir føroyingar, sum annars høvdu farið av landinum, heldur velja at lesa í Føroyum. Men vit vilja eisini dagføra og menna útbúgvingarnar, so at tær í enn størri mun enn nú samsvara við tørvin á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum.
Vit mugu ikki undirmeta, hvussu neyðug tey ungu eru sum arbeiðsmegi – eisini meðan tey lesa. Kanningar vísa, at okkara umleið 1000 lesandi á Fróðskaparsetrinum í miðal arbeiða 18 tímar um vikuna, so tað sigur seg sjálvt, at fulla ella lutvísa arbeiðsorkan hjá teimum 40 prosentunum, sum fara av landinum at lesa, hevði gjørt stóran mun her heima.
Vit hava eisini lagt okkum í geyma tann stóra og vaksandi tørvin á arbeiðsmegi á vælferðarøkjunum.
Tær tríggjar stóru yrkisrættaðu bachelorútbúgvingarnar, sum Setrið bjóðar til vælferðarøkið, eru námsfrøði, sjúkrarøktarfrøði og útbúgvingin til fólkaskúlalærara. Vælferðarøkið – og ikki minst heilsuøkið – gerst alsamt meira komplekst, og krøvini til teirra, ið taka yrkisrættaðar útbúgvingar, vaksa støðugt. Tað var gleðiligt, at umsøkjaratalið til fólkaskúlalærara vaks so nógv í summar, og at vit ikki uppliva sama víkjandi tal á umsóknum til sjúkrarøktarfrøði sum í grannalondunum. Men vit taka minkingina í umsøkjaratalinum til námsfrøði í álvara og arbeiða við at gera eina tillagaða parttíðarútbúgving aftrat, sum kanska verður styttri enn fulla bachelorútbúgvingin.
Sum heild skulu vit á Setrinum hava fleiri parttíðarútbúgvingar, so tilknýtið hjá teimum lesandi til arbeiðsmarknaðin verður lættari enn nú. Hetta er eisini í samsvari við yvirskipaðu málini um lívlanga læring og smidligar útbúgvingarleiðir, sum hóska betur til fleiri málbólkar og fleiri aldursflokkar. Vit skulu eisini hava í huga, at 55 prosent av teimum lesandi á Setrinum eru yvir 25 ár, og við árunum koma vanliga nýggjar og dýrari skyldur.
Yvirskipað mugu vit tó støðugt hava dygdina í útbúgvingunum í miðdepli. Vit á Setrinum kunnu gera smidligari útbúgvingarleiðir og leggja styttri útbúgvingar aftrat, men vit mugu ongantíð máa undan góðskuni í útbúgvingunum. Føroyar hava sett kós fram móti europeiska økinum fyri hægri útbúgvingar, EHEA, og harvið hava vit bundið okkum til altjóða góðskustandardir á útbúgvingar- og granskingarøkinum.
Tað er sera harmiligt, at vit framvegis seta fólk á útbúgvingarligan blindveg í Føroyum, har tey ikki sleppa undir víðari lestur. Hetta eigur ikki at koma fyri, og við lógini um føroyskan førleikakarm, sum varð samtykt fyrr í ár, fer hendan støðan vónandi í søguna. Endamálið við at fáa ein føroyskan førleikakarm er m.a. at fáa okkara útbúgvingarskipan at hanga betur saman, soleiðis at fólk, sum hava vunnið sær førleikar í útbúgvingarskipan okkara, ongantíð koma at standa á berum uttan framhaldsmøguleikar.
Lesið nýggju strategiætlanina hjá Setrinum her