Nýggj spreinging í Kabul

Sambært eygnavitnum er flogvøllurin í Kabul raktur av rakettálopi. Óvist er, um spreingingin er inni á ella uttanfyri flogvøllin í býnum, skrivar Reuters.

Katrin Erlendsdóttir
29. august 2021 kl. 15:11

Fólk hava hoyrt eina spreinging nær flogvøllin í Kabul, og eygnavitni siga við Reuters, at talan er um eitt rakettálop.

Ein ónavngivin politileiðari í Afghanistan sigur við AP tíðindastovuna, at eitt barn hevur latið lív av spreingingini.

Fleiri ymiskar fráboðanir eru um, júst hvar spreingingin hevur verið, um hon er inni á flogvøllinum ella uttanfyri.

USA ávaraði fyrr í dag um eina ávísa álopshóttan nær við flogvøllin í afghanska høvuðsstaðnum, og amerikanskir ríkisborgarar vórðu bidnir um at fara av flogvøllinum í stundini.

Eitt deyðiligt álop rakti hósdagin eisini nærhendis flogvøllin, og amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur síðani ávarað um, at eitt nýtt álop kann vera á veg í Kabul.

Fleiri journalistar í Kabul hava lagt upptøkur av royki nær flogvøllin á Twitter.