Nýggj samgonga skipað í Tórshavnar kommunu

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin hava í kvøld avtalað at skipa samgongu í Tórshavnar býráð.

Tíðindaskriv
14. november 2024 kl. 01:08

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin hava í kvøld, tann 13. november 2024, avtalað at skipa samgongu í Tórshavnar býráð.

Tjóðveldi fær borgarstjórasessin, og Javnaðarflokkurin fær varaborgarstjórasessin.

Samgonguflokkarnir eru somuleiðis samdir um at raðfesta hesi høvuðsøki: Bústaðir, dagstovna– og eldraøkið og umhvørvið.

Næsta stig verður nú at kalla inn til eyka býráðsfund at skipa nýggja býráðið, og síðan verður farið undir at orða samgonguskjal millum flokkarnar.