Nú fríggjadagin - 2. juli - gevur Dania O. Tausen nýggja LP út, ið kallast "gonguteigatúnatos".
Tað eru níggu sangir LP-ini, ið eru skrivaðir av Daniu og 20 ára gamla systkinabarninum, Benjamin D. Djurhuus, sum eisini hevur framleitt plátuna.
LP´in verður til keyps sum í Tutl frá fríggjadegnum av.
Talan er um hugleiðandi og spælandi løg við føroysku tekstum og við einari varierandi ljóðmynd, sum er ávirkað av singer/songwriter og jazz stíli.
Dania O. Tausen fer at hava útgávukonsertir við fullum bólki, í samband við nýggju útgávuna.
Við henni á pallinum verða:
Marianna W. Nagata (kór)
Katrina Olsen (kór)
Benjamin D. Djurhuus (guitar)
Torleik Mortensen (bass)
Fríði Bjarkhamar (trummur)
Kristian Pauli Ellefsen (klaver)
Skráin fyri vikuskiftið og komandi vikurnar sær annars soleiðis út:
Fríggjadagin 2. juli kl 16.30: TUTL
Fríggjadagin 2. juli kl 19: Reinsaríið
Sunnudagin 4. juli kl 20: Mentanarhúsið í Fuglafirði (dupultkonsert við BEINIR)
Fríggjadagin 9. juli kl 21: Sirkus (dupultkonsert við Knút)
23. og 24. juli skal Dania eisini spæla á SunEurope (einum "minority language" festivali í Italia)
Til ber at lesa meira um plátuna her: https://www.tutlrecords.com/product/gonguteigatunatos/