Tá HM fer av bakkastokki í Katar í desember í ár, verður tað spildurnýggj tøkni, ið skal hjálpa dómaranum at koma til skjótari niðurstøður í offside støðum.
Skipanin varð royndarkoyrd tvær ferðir í fjør í Arab Cup og í Club World Cup, og sambært BBC varð mett, at skipanin stytti tíðina, ið tað tók at taka VAR avgerðir um rangstøðu úr 70 sekundum niður í 25 sekund.
Skipanin virkar á tann hátt, at mitt í bóltinum er ein sensorur, ið sendir dátu 500 ferðir um sekundið, soleiðis at tað ber til at siga, júst nær bólturin verður sparkaður. Harumframt eru 12 myndatól á tekjuni á hvørjum leikvølli, sum skulu fylgja bóltinum og 29 punktum á hvørjum spælara og rokna út, júst hvar teir eru á vøllinum.
Um spælarar standa í rangstøðu, verður hetta fráboðað í VAR rúminum, sum síðani kann boða dómaranum á vøllinum frá.
Italski Pierluigi Collina, sum er Fifa ovasti fyri døming, og sum sjálvur varð valdur ársins dómari seks ár á rað frá 1998 til 2003, er sera bjartskygdur um skipanina, og hann avvísir atfinningarnar, sum nú í fleiri ár hava verið um, at ”robot dómarar” við tíðini fara at taka yvir vanliga kjøt-og-blóð dómaranum á vøllinum.
- Eg havi lisið um robotdómarar. Eg skilji, at hetta eru góðar yvirskriftir, men tað er ikki so, sigur Pierluigi Collina sambært BBC, og leggur aftrat, at dómarin í gulum fer framvegis at hava ein týdningarmiklan part í dømingini, og at nýggja tøknin skal hjálpa dómaranum at koma til røttu niðurstøðu.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at HM endaspæl verður brúkt til at innføra nýggja og slóðbrótandi tøkni. Í 2014 varð mállinjutøkni brúkt í HM endaspælinum í Brasil, meðan nógv umtalaða VAR tøknin varð tikin í nýtslu til HM endaspælið í Russlandi í 2018.
Football Daily hevur greitt úr hondum eitt sjónband, ið greiðir frá nýggju tøknini, ið kann síggjast niðanfyri.