19. mars var aðalfundur hjá Sinnisbata í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Til aðalfundin var stórur áhugi fyri at koma í nevndina, og tvey nýggj fólk stillaðu upp.
Í nevndini hjá Sinnisbata kunnu 7 nevndarlimir sita og í minsta lagi 2 tiltakslimir. Til aðalfundin valdu Erla Matras Jensen, Súsanna Herdalur Tausen og Rannvá Dam í Baianstovu at takka fyri seg. Tær hava allar verið við í nevndini í fleiri ár, og Sinnisbati takkar teimum fyri teirra megnar arbeiði øll árini. Somuleiðis ynskja vit Oddbjørg Johansen og Biritu Clementsen vælkomnar, og vit gleða okkum til gott samstarv.
Ársfrágreiðing kann lesast her
Á fyrsta nevndarfundi 9. apríl skipaði nevndin seg soleiðis:
– Súsanna Olsen, forkvinna
– Oda Jóhansdóttir, næstforkvinna
– Minna Sólfinnsdóttir, skrivari
– Joan B. Poulsen, kassameistari
– Elisabeth Carlsson, nevndarlimur
– Vivian Sjóðklett, nevndarlimur
– Oddbjørg Johansen, nevndarlimur
– Margretha Poulsen, tiltakslimur
– Birita Clementsen, tiltakslimur
Fleiri týðandi viðurskifti at varpa ljós á
Nýggja nevndin er til reiðar at fara til verka til eitt nýtt nevndarár og hevur sett sær fleiri mál fyri. Vit standa við stórum avbjóðingum á sálarheilsu- og psykiatriska økinum, og vit í Sinnisbata meina, at tað er av alstórum týdningi, at økið verður raðfest hægri politiskt. Komandi tíðina fara vit at varpa størri ljós á fleiri av viðurskiftunum, ið vit meta verða týdningarmikil fyri at uppraðfesta økið. Vit fara at varpa ljós á, hvat vit kunnu gera, í meðan vit bíða eftir, at politiska skipanin handlar.
Tað næsta, sum stendur fyri framman, er frumsýning av nýggja leikinum, Løstir – ein leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið, ið Sinnisbati er partur av. Við leikinum vóna vit at vera við til at skapa eina samrøðu um tabuevni og varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit gerast betri at tosa opið um at stríðast sálarliga. Leikurin verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum 24. mai.