Í Eysturafrika er farið at regna aftur, eftir nógv ár við turki. Harvið er aftur møguligt hjá íbúgvum í Somalia, Etiopia, Djibouti, Kenja og Uganda at velta jørðina og gerast sjálvbjargin aftur. Hóast turra tíðarskeiðið hevur týnt jørðina, hevur tað ikki í hesum førum elvt til líka hættisliga kreppu og hungursneyð, sum áður hevur verið at sæð í hesum londum.
Felagsskapurin World Food Program (WFP) undir ST hevur havt ein týdningarmiklan leiklut í at forða hungursneyðini. Mannagongdin hjá felagsskapinum hevur í mong ár verið at senda matvørur í hópatali til tey mongu, sum búgva í økinum. Men sum nakað nýtt er WFP farið undir at senda matvørurnar avstað, áðrenn vanlukkan nær at stinga seg upp. Hetta sparir nógva tíð, tá hungursneyðin rakar og hevur longu bjargað mongum lívum. Stjórin, ið fyrisitur arbeiðið hjá WFP í Etiopia, sigur nýggja háttin vera“ta týdningarmiklastu broytingina hjá WFP í 50 ár.”
WFP verður ikki fíggjað óbiðið av ST, tískil er hjálpararbeiðið teirra treytað av, at einstaklingar. felagsskapir og einstøk lond donera pening til teirra. Mannagongdin hjá WFP hevur í mong ár verið; fyrst at staðfesta eina matvørukreppu, harnæst biðja altjóða samfeløg um fígging, síðani keypa inn matvørurnar á heimsmarknaðanum, fyri til endans at pakka, senda og luta hjálpina til tey, ið tørva hana. Á henda hátt hevur neyðhjálpin ofta verið útvegað í seinna lagi og onkuntíð ov seint.
Í dag er støðan øðrvísi: WFP keypir vørurnar inn í góðari tíð, ímeðan tær eru lættar at fáa fatur á og prísurin enn er lágur. Matvørurnar vera síðani sendar til goymsluhús í økjum, ið kunnu hugsast at fáa tørv á neyðhjálpini, sum eitt nú londini í Eysturafrika, ið ofta standa seg illa í longri tíðarskeið. Tá turkurin rakti Eysturafrika á hesum sinni, kundi WFP útvega hjálpina upp til 60 prosent skjótari enn áður – í summum førum sama dag, sum kreppan varð staðfest.
Nýggja mannagongdin stuðlar harumframt virksemi í nærumhvørvinum, tí matvørurnar verða keyptar frá staðbundnari framleiðslu. Stuðulin virkar sum ein íløga, ið hjálpir landinum peningaliga og veitir smáum fyritøkum, bóndum og handilsfólki betri sømdir.