Nephew, ið fleiri ferðir hevur spælt á G! festivalinum, er í ár høvuðsnavn á Voxbotn. Millum mongu kendu løgini verða møguliga trý spildurnýggj løg at hoyra, tá Nephew trínur á pall leygardagin 30. Juni.
Bólkurin hevur eisini fingið nýggjan lim, ið eitur Marie Højlund. Hon syngur saman við Simon Kvamm.
Danski bólkurin hevur givið út trý støkløg í eini samling, sum eitur Vinter-i-ring. Sangirnir eru Amsterdam, At dø er at rejse og Sig månen langsomt hæver. Hetta er fyrstu ferð síðani 2012, at bólkurin letur nýggjan tónleik frá sær.
Forsangarin Simon Kvamm, ið er kvartur føroyingur, sigur soleiðis um nýggju sangirnar.
Amsterdam
Ein stórfingin sangur við vindi í hárinum og knýttum nevum móti himli. Lagið snýr seg um útlongsil. "First world" útlongsil tá man kann ynskja sær at uppliva náttarlívið í San Francisco ella París, í mun til "third world" útlongsil, ið ikki heilt er á sama hugaliga støði. Tá vit gjørdu niðurlagið riggaði røddin hjá Mariu so væl saman við vanliga mannskórinum hjá Nephew. Tá gingu tingini upp í eina hægri eind.
At dø er at rejse
Tað nærmasta eg eri komin at skriva ein sálm. Ein av hesum løgunum, ið bleiv at venda aftur. Tað snýr seg um hvat tað er sum hendur tá alt steðgar, og hvussu eg vóni at tað at doyggja er sum at ferðast. Onkursvegna stendur hetta lagið á herðunum hjá Worst/Best Case Scenario, ið vit góvu út fyri 14 árum síðani.
Sig månen langsomt hæver
Ein ómetaligur flottur og dapur sálmur, sum var skrivaður í 1783. Upprunaliga er hann týskur og æt Der Mond ist aufgegangne. Vit hava roynt at fingið týskt við í niðurlagið. Hetta er fyrstu ferð vit hava roynt okkum við "one-take", ið merkir, at tað man hoyrir, er allur bólkurin spælir samstundis í sama rúmi.
Nýggju løgini eru at finna á Spotify.
Kelda: Gaffa.dk
Mynd: Visual Hunt