Tað bleiv eingin krossur settur upp í føroysku náttúruni á hesum sinni, men tað er meira vanligt at hava religiøs súmbol í eitt nú katólsku londunum kring heimin. Ein tann kendasta er Jesus-standmyndin í Rio de Janeiro í Brasilia, ið er eitt stórt soguplástur hjá ferðafólki.
Nú er greitt, at Brasilia fær eina Jesus-standmynd afturat. Nýggja standmyndin – Christ the Protector – sum verður bygd í býnum Encantado verður 43 metrar høg við piedestali, tá hon stendur liðug, og verður triðstørsta Jesus-standmynd í heiminum.
Byrjað varð uppá konstruktiónina í 2019, og í síðstu viku kom høvd og armar á komandi standmyndina, ið eftir ætlan skal standa liðug seinni í ár. Verkætlanin fer at kosta umleið 2,2 milliónir krónur, sambært BBC.
Tað eru bert Jesus Buntu Burake-standmyndin í Indonesia, sum er 52,55 metrar høg og Christ the King-standmyndin í Pólandi, ið er 52,50 metrar høg, sum eru hægri enn Christ the Protector-standmyndin í Encantado í Brasilia. Kenda Jesus-standmyndin í Rio de Janeiro, Cristo Redentor (ella á enskum Christ the Redeemer), er “bert” 38 metrar høg.
Kortini eru hesar Jesus-standmyndirnar nakað minni enn nakrar av Budda-standmyndunum kring heimin – eitt nú Spring Temple Budda í Kina, sum er 128 metrar høg og Laykyun Setkyar-standmyndin í Myanmar, sum er 116 metrar høg.