Sum støðan er nú, hava vit í Føroyum færri læknar eftir fólkatalinum, enn tey hava í okkara grannalondum. Tað vísir ein nýggj kanning um læknaviðurskiftini í Føroyum.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur fingið ein arbeiðsbólk at gera eitt tilmæli um, hvussu nógvir serlæknar skulu vera á hvørjum øki í sjúkrahúsverkinum, og hvussu nógvir kommunulæknar skulu vera í landinum.
Tilmælið er nú liðugt og úrslitið er, at tað mangla 53 serlæknar á sjúkrahúsunum, umframt at tað mangla 10 kommunulæknar í føstum starvi kring landið.
Tað er eisini so, at nøkur av størvunum, sum eru á sjúkrahúsunum í dag, eru mannað við avloysarum.
Hetta merkir, at tørvur er upp aftur fleiri enn 53 serlæknum í sjúkrahúsunum og fleiri enn 10 kommunulæknum afturat í føstum størvum.
Margit Stórá heldur, at hendan kanningin verður eitt gott amboð bæði hjá politiska myndugleikanum, og hjá heilsuverkinum, tá mál skulu setast fyri, hvørji serlæknastørv skulu raðfestast í heilsuverkinum.
Annars er niðurstøðan í kanningini, at serlæknar eru settir í starv á at kalla øllum serøkjum, sum eru í heilsuverkinum.
Men niðurstøðan er eisini, tað eru ov fáir serlæknar á fleiri økjum og tí er neyðugt at brúka avloysarar í sjúkrahúsverkinum, umframt at fleiri kommunulæknar eru avloysarar.
– Samanborið við onnur lond, hava vit færri serlæknar í Føroyum eftir fólkatalinum. Tí verður mælt til, at vit fáa nógv fleiri serlæknar á sjúkrahúsunum. Eisini er tørvur á fleiri kommunulæknum.
– Verða kommunulæknarnir fleiri í tali, kunnu teir til dømis átaka sær fleiri uppgávur, sum nú verða gjørdar á sjúkrahúsunum, stendur í nýggju frágreiðingini.
Landsstýriskvinnan sigur, at tað finst ongin skjót og løtt loysn at nøkta allan serlæknatørvin, serliga ikki á sjúkrahúsøkinum.
Hinvegin verða fleiri føroyskir kommunulæknar útbúnir hesi næstu árini og tað fer at bøta um trotið á kommunulæknum.
– Á sjúkrahúsøkinum fara at ganga nøkur ár, áðrenn munandi fleiri serlæknar verða útbúnir, sigur hon. Kortini eru fleiri føroyingar undir læknaútbúgving, so útlitini eru betur í árunum sum koma.
Millum annað, eru møguleikarnir batnaðir at útbúgva seg í Føroyum, og samstundis sjúkrahúsverkið fyrireikað til at verða universitetssjúkrahús.
Hetta arbeiðið eigur at halda fram og styrkjast uppaftur meira, tí tað bøtir um møguleikan fyri, at læknarnir vilja arbeiða í Føroyum, sigur Margit Stórá.