Ein nýggj Megafon-kanning, sum er gjørd fyri TV2 og Politiken, vísir, at 67 prosent av donskum foreldrum eru til reiðar at lata síni børn koppseta móti covid-19.
Spurningurin var áljóðandi: “Heldur tú, at tú fert at taka ímóti tilboðnum um at lata títt barn millum 12-15 ár koppseta móti koronu?”
67 prosent av spurdu foreldrunum svaraðu ja, meðan 18 prosent søgdu seg ikki vita.
16 prosent av teimum spurdu foreldrunum svaraðu nei, tá tey vórðu spurd - Prosentini summa ikki upp til 100, tí tølini í kanningini vóru avrundaði.
Megafon-kanning vísir eisini, at pápar í størri mun vóru til reiðar at lata síni børn leggja øksl til eitt prik, enn mammurnar vóru. 72 prosent av monnunum svaraðu ja til spurningin, meðan 62 prosent av kvinnunum svaraðu ja.
Kanningin vísti eisini, at útbúgvingarstøði hjá foreldrunum ávirkaði teirra hugburð til koppseting av aldursbólkinum.
78 prosent av foreldrunum við fólkaskúla sum hægsta útbúgvingarstig ynsktu at lata síni børn koppseta. Einans 62 prosent av foreldrunum við einari universitetsútbúgving á fimm ár ella longri, svaraðu tað sama.
Óttin er rímiligur
Kanning varð kunngjørd stutt eftir, at stjórin í danska heilsustýrinum, Søren Brostrøm, segði á tíðindafundi, at børn millum 12-15 ár áttu at koppsett seg móti covid-19. Hetta kom fáar vikur eftir, at tann evropeiski læknamyndugleikin (EMA) góðkendi Pfizer/BioNTech-koppingarevnið til júst hendan aldursbólkin. Koppingarevnið varð góðkent 28 mai – áðrenn hevur tað einans verið góðkent til 16 ár og eldri í EU.
Camilla Foged, granskari í koppsetingarsniði og veiting hjá Københavns Universitet, greiðir frá, at serfrøðingar hava hugt eftir tveimum faktorum, tá tað snýr seg um at koppseta unga aldursbólkin: Hvussu tað gagnar tað einkulta barnið at verða koppsett og samlaða smittutamarhaldið í samfelagnum – serliga í heyst, tá man væntar, at meira smittandi frábrigdið, sum í løtuni ger um seg í Brelandi, fer at verða dominerandi.
Á tíðindafundinum gjørdi Søren Brostrøm greitt, at Heilsustýrið ikki vil koppseta børn orsaka av vandanum fyri, at tað einkulta barnið kann gerast sjúkt við covid-19, men tí at koppseting av tí einkulta barninum kann vera við til at verja alt fólkið í landinum móti covid-19.
Camilla Foged er samd í metingini hjá Søren Brostrøm. Hon sigur, at koppseting av hesum bólkinum sigur, at koppsetingin av hesum bólkinum møguliga kann fáa avgerandi týdning.
- Vit tosa um at røkka floksimmunitet, har vit kunnu liva í einum fult opnum samfelagi, uttan at smittan spreiðir seg. Her vísa allar útrokningar á, at vit verða noydd at koppseta fleiri, og tí er eisini tørvur á at koppseta hendan bólkin, greiðir Camilla Foged frá.
Í Danmark ætla tey tó fyrst at fara undir koppseting av hesum bólkinum í heyst, eftir at allir íbúgvar yvir 16 ár eru liðugt koppsettir. Ímeðan ætlar Heilsustýrið at ogna sær meira vitan um møgulig hjáárin hjá júst hesum bólkinum.
- Vit vilja gjarna hava eitt sindur meira data, og tað vænta vit at fáa yvir summarið, sigur Søren Brostrøm.
Camilla Foged skilur væl tørvin á at kanna møgulig hjáárin nærri, hóast hon metir, at koppingarevnið er trygt.
- Har er ein ótti fyri sjáldsom hjáárin, som ikki hava víst seg í teimum avmarkaðu, klinisku kanningunum, sum eru gjørdar við Pfizer-koppingarevnið. Bert 1000 børn hava fingið koppingarevnið inntil víðari, og tað vil ikki vera nokk til at varnast møgulig sjáldsom, men álvarsom hjáárin. So har er framvegis ein ótti, og hann er fullkomiliga rímiligur, sigur Camilla Foged.