Mangan er kjakið hart og heitt á sosialum miðlum, men sambært nýggjari kanning, so er tað tað tann larmandi minnilutin, ið er atvoldin til harða tónan.
Ein av granskaranum er Michael Bang Petersen, sum er professari í stjórnmálafrøði við lærda háskúlan í Aarhus.
Hann sigur í samrøðu við Journalisten.dk, at tey fólk, ið eru óhøvisk á netinum, eru typisk líka so óhøvisk í veruleikanum eisini. Og ofta eru tað tey larmandi fáu fólkini, ið leika í á netinum. Teir sosialum miðlarnir hava bara gjørt hesi fólkini meira sjónlig, enn tey hava verið áður, er ein av niðurstøðunum í kanningini.
– Verður ein fyri einum shitstormi á netinum, so skal ein ikki brúka tað sum eina ábending um, hvat øll onnur fólk halda, sigur Michael Bang Petersen.
Teir sosialu miðlarnir hava eisini gjørt tað lættari – fyri fólk, ið ynskja at fáa vald yvir onnur – at finna nýggj offur, sigur hann.
Kanningin eitur “The Psychology of Online Political Hostility” og kemur út í næstum á vísindaliga tíðarritinum American Political Science Review.
Avsannar væl umtókta teori
Ein kend teori á hesum økinum er, at harði tónin á netinum kemur av, at fólk vanliga hava trupult við at stýra sær, tá tey eru aftanfyri ein skerm – altso, at tað eru vit øll, ið eru atvoldin til keðiliga huglagið, sum ofta er at finna á netinum, men hetta síggja granskararnir ikki aftur í nýggju kanningini, sambært Michael Bang Petersen.
Granskararnir hava gjørt kanningar í Danmark og USA, har so ein av niðurstøðunum er, at fólk eru eins óhøvisk á netinum, sum tey eru í veruleikanum.
Eisini heldur Michael Bang Petersen, at miðlar eiga eina størri ábyrgd at hava tamarhald á kjakinum á sínum síðum, har greiðar reglur eiga at vera settar upp fyri tey, ið ynskja at kjakast, men at hesar reglur so eisini verða handhevjaðar, tá fólk aftur og aftur fara út um mark.
– Um tamarhald ikki er á kjakinum, so fara fólk, sum hava lyndi til at orða seg harðliga, at stýra kjakinum á sosialum miðlum, meðan tey, ið hava mildari lyndi, halda seg burtur frá kjakinum, sigur hann.
Dimmalætting hevur meira um sosialar miðlar í blaðnum hesa vikuna, har til ber at lesa um internettrøll og ringan atburð á netinum.