Nógvar kanningar hava verið og eru í gongd við at kanna avleiðingarnar av koronavirusinum, og hvørji hjáárin kunnu standast av tí.
Nú vísur ein nýggj kanning, at eisini vevnaðurin á kynsgøgnunum hjá monnum kunnu fáa skaða av koronavirusinum.
Í einari vísindaligari granskingargrein, sum er almannakunngjørd í World Journal of Men`s Health, kemur tað fram, at menn kunnu fáa trupulleikar við at fáa standing, um vevnaðurin á penis verður smittaður av koronavirusinum.
- Í okkara undankanning hava vit sæð, at menn, ið áður ikki hava havt trupulleikar við at fáa standing, nú hava fingið reisingartrupulleikar eftir koronasmittusjúku, sigur læknin Ranjith Ramasamy, sum hevur staðið á odda fyri kanningini til Sky News.
Høvdu ikki havt trupulleikar áður
Kanningin er framd á landgagnafrøðiligu ætlanini við lærda háskúlan í Miami, USA.
Granskarar kannaðu fýra mans, sum allir høvdu trupulleikar við at fáa standing, og tess vegna høvdu brúk fyri at fáa skurðviðgerð, har ein hjálparlimur varð lagdur inn í penis. Tveir av sjúklingunum høvdu verið sjúkir við koronu, meðan hinir báðir ikki høvdu.
Allir menninir vóru í aldrinum 65 til 71 ár.
Teir báðir, sum høvdu verið sjúkir við koronu, høvdu ikki áður havt trupulleikar við at fáa standing. Men tá ið granskararnir kannaðu vevnaðin í penis, funnu teir restir av koronavirusinum har.
- Av tí at vit funnu virusið har, so er hetta enn ein orsøk fyri, at vit øll eiga at gera okkara besta fyri at sleppa undan at verða smittaði við koronu, sigur læknalesandi Eliyahu Kresch, sum eisini hevur tikið lut í kanningararbeiðinum.
Sóknast eftir fleiri kanningum
Koronavirusið kann, sambært kanningini, skaða blóðæðrar, sum á læknavísindaliga málið eitur endotelial dysfunksjón.
- Endotelial dysfunksjón er, tá kyknuveggurin á innaru síðu av blóðæðrvegginum ikki virkar sum vanligt, stendur at lesa í leksikon.
Amerikansku granskararnir halda teirra gransking vísur, at koronuvirusið kann elva til, at endotelial dysfunksjón rakar fleiri gøgnskipanir – eisini uttanfyri lunguni og nýruni.
- Hetta kann ávirka og raka fleiri likamslutir, eisini penis, sigur Ramasamy.
Hann heldur, at fleiri kanningar mugu gerast, hvussu koronavirusið kann hava ávirkan á fleiri ymiskar likamslutir.