Fólk í Ísrael, sum vórðu koppsett fyri koronu í januar ella februar mánað, eru í størri vanda – 53 prosent – fyri, at verða testað positiv fyri koronu, enn hjá teimum, ið fingu koppseting í mars ella apríl.
Tað vísa úrslitini frá nýggjari kanning úr Ísrael, sum var eitt av fyrstu londunum, at hava eina koppsetingarætlan – millum annað tí, at Ísrael gjørdi eina seravtalu við fyritøkuna Pfizer.
Enn manglar kanningin at verða javnlíkamett, skrivar norska VG.
– Áður var hildið, at koppsetingin hevði eina drúgva virkistíð. Nú vísir tað seg, at virkistíðin er heldur stokkut, sigur ísraelski professarin í smittufrøði Eyal Lesham til norska VG. Hann arbeiðir við smittu- og koppsetingartølum á landsins størsta sjúkrahúsi, Sheba.
Tí er Ísrael longu nú í einari tilgongd, har triðja prikið verður bjóðað íbúgvunum í landinum, ið eru yvir 50 ár og til tey, sum eru serliga útsett.
Granskarar í Ísrael halda longu nú, at til ber at síggja avleiðingarnar av fallandi immuniteti hjá teimum koppsettu í landinum. Av hesi orsøk eru millum annað munnbind aftur at síggja í býarmyndini í Ísrael.
Vónin er, at eitt triðja prik kann fáa smittutølini at minka aftur.
Eisini í USA er avgerð tikin, at bjóða tað triðja prikið.
Sambært New York Times, so hevur Joe Biden avgjørt, at allir amerikanarar skulu fáa triðja prikið í boði. Triðja prikið skal verða givið átta mánaðir eftir, at fólk hava fingið annað prikið. Hetta hevur við sær, at fleiri fólk í USA skulu hava prik nummar trý, tá vit skriva september mánað.