Hetta boðar NASA frá í tíðindaskrivi.
Tað er í samstarvi við NASA og evropeiska rúmdaraagenturið ESA, at náttúruvísindafólkini hava uppdagað Gliese 12 b, sum hevur eitt veðurlag, ið minnir um tað jarðliga, og sum telist millum tær fáu klettutu gongustjørnurnar, mann veit um, har menniskju í teoriini kundi verið til.
Hitalagið á yvirflatuni á Gliese 12 b er 42 hitastig og støddin bert eitt vet minni enn støddin á jørðini. Mett verður, at Gliese 12 b er hin "tættasti tempraði heimurin, ið er uppdagaður inntil nú."
Gongustjørnan er stadd 40 ljósár burturi, sum svarar til 380 billiónir kilometrar. Ljósið, granskararnir hava sent fyri at eygleiða gongustjørnuna frá jørðini, stavar frá 1984.
Sambært náttúruvísindafólkunum er Gliese 12 b ein "eindømis kandidatur" til víðari kanningar um, hvussu lofthavsheimar mennast.