Nýggj fosturtøkulóg í Oklahoma í USA

Guvernørurin í Oklahoma, Kevin Stitt, skrivaði í gjár undir eina sokallaða hjartabankanlóg, sum ger tað ólógligt hjá sjúkrahúsum at fremja fosturtøku eftir, at hjartabankan verður staðfest hjá fostrinum.

Mynd: EPA
Kristian Waag Dam
4. mai 2022 kl. 14:05

Í stórveldinum, USA, hevur ein nýggj fosturtøkulóg í statinum Oklahoma vakt stóran ans í fjølmiðlunum. Kjaki um fosturtøku hevur leingi verið heitt í amerikanska samfelagnum.

Guvernørurin í Oklahoma, Kevin Stitt, skrivaði í gjár undir eina sokallaða hjartabankanlóg, sum ger tað ólógligt hjá sjúkrahúsum at fremja fosturtøku eftir, at hjartabankan verður staðfest hjá fostrinum. Hetta er aloftast, tá kvinnan hevur verið við barn í fýra vikur. Á almenna Twitter brúkara sínum skrivar guvernørurin, Kevin Stitt, soleiðis:

-Eg ynski, at Oklahoma gert tann staturin, har rætturin til lív vigar mest, tí eg umboði tær fýra milliónirnar av borgarum í statinum, sum ynskja at verja tað ófødda barni.

Nýggja lógin ger fá undantøk. Um ein kvinna gert við barn, annaðhvørt av neyðtøku ella blóðskemd, so eru somu reglur galdandi. Hoyrist hjartabankan hjá fostrinum, so ber ikki til at fáa fosturtøku. Tó er eitt undantak í nýggju lógini. Hon er, um fosturtøka kann vera loysnin uppá eina heilsuliga neyðstøðu, so er tað lógligt.

Verður ein fosturtøka framd á einum sjúkrahúsi, so kann ein og hvør borgari í statinum stevna sjúkrahúsi, ið hevur framt fosturtøkuna. Tapir sjúkrahúsi eitt slíkt rættarmál, so verður kostnaðurin áleið 10.000 dollarar. Hetta svarar til 70.500 krónur. Haraftrat skal sjúkrahúsi gjalda fyri sakførara og aðrar sakarmálskostnaðir.