Í morgin fari eg aftur at spæla við babba er heitið á nýggjari myndabók, sum Helena Kannuberg hevur skrivað. Lena Nicolajsen hevur myndprýtt bókina.
Hóskvøldið 2. mai klokkan 19 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri bókaframløgu á Reinsarínum.
- Bókin er ein innilig og vónrík søga um at hava foreldur, sum gerast sjúk, skrivar Bókadeildin í tíðindaskrivi.
Solveig Hanusardóttir Olsen fer at práta við Helenu og Lenu um bókina, og Knút Háberg Eysturstein spælir nøkur løg. Bókin verður til sølu fyri serprís, og til ber at keypa sær okkurt kalt ella heitt at drekka.
Tiltakið er alment og ókeypis!
Um bókina:
Hvønn dag fái eg muss, tá ið eg fari út.
Hvønn dag sleppi eg at ringja til mammu og babba. Hvønn dag sakni eg tey.
Pápi Ára er sjúkur og má fara á sjúkrahúsið í Danmark, og mamman fer við honum. Ímeðan kemur omman at vera hjá Ára og lítlusystrini. Tað er leingi at bíða, og omman er fitt, men hon er ikki mamma og babba.
Nær koma tey heim aftur?