Teir flestu sangirnir í bókini eru slíkir, sum í okkara tíð kunnu kallast føroyskir kór-evergreens. Tey, ið hava sungið í kóri farnu hálvu øldina, kenna flestu sangirnar og kunnu syngja teir uttanat, eitt nú á kórstevnum, á Tinghúsvøllinum og úti í Tinganesi á ólavsøku.
Av tí at hesir kórsatsir væl kunnu vera nýggjum kórsangarum ókunnugir, og tað tá er trupult at syngja við, kom hugskotið at geva út eitt kórsavn, so at hetta sangtilfar kann gerast kórsangarum sum heild ein felags ogn.
At kalla allir satsirnir hava staðið í nótaheftum frá kórstevnum og ólavsøkum og eru valdir eftir, hvussu oftani teir eru nýttir. Nakrir sangir eru útlendskir, teir flestu norðurlendskir.
Aftur at úrvalinum av kendum kórsatsum eru í bókini eisini nøkur kórløg, ætlað afturvendandi árligum høvum, eitt nú kirkjuligum høgtíðum og tjóðskaparligum høgtíðsdøgum.
Bókin er í lummastødd og tí høglig at hava hjá sær.
Zacharias Sørensen og Knút Olsen hava lagt savnið til rættis.
Bókin kostar 250 krónur.
Evnisyvirlit. Sangirnir í raðfylgju:
Landið og fólkið
Frægir funnu Føroyaland
Langt burt frá øðrum londum
Mítt føðiland, tú ríkt ert fyri mær
Mítt vakra heim høgt móti norð
Prúða land mítt
Land mítt, har grasið í líðum grør
Mítt gamla land
Í Noreg búðu raskir menn
Føroyar, mín móðir
Tá ið teir sóu landið
Hvørjum man tykja vakurt hjá sær
Eg oyggjar veit
Tú alfagra land mítt
Fólkið, longsil og vónir
Boðar tú til allar tjóðir
Morgunroðin lýsir
Eg smáttu veit / Smátta faðirs og móður
Aftur birtist lív á landi!
Yrki á sjógvi og landi
Teir sigla so væl sín fríða knør / Sjómenn
Landið, eg bar við mær / Songur til Studentaskúlan
Lívligt er á bønum í dag / Í hoyna
Eg ofta sá skip sigla inn / Skip á Havnini
Mannalívið
Vit bera heiðurskvøðu
Brót so stillan, bylgja blá
Sig mær, hví er foldin føgur
Tú lækja lítla / Lækjan
Mjørkin kemur líðandi í skarðið / Summarkvøld
Nú fjøll og firðir blunda
Jørðin drýpur høvur niður / Jarðareygað
Kúrir tú, lítli sangfuglur mín / Í búri
Kom, drekkið vínreyða skál
Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
Barnasangir
Hvør er tað, sum har kemur / Beinta
Burtur á heiði sat huldan / Hulduríman
Rura, rura barnið
Ástarkvæði
Hon stóð har við rokkin og spann
Minnist tú í haganum / Juni
Tú gerst reyð sum ribesblóma / Lítlan
Sólskinstøgn yvir okkum nú / Ró
Árstíðir
Nú strýkur vár um heimlandsvøll
Vár við lýggjum vindi
Vælkomin summartíðin
Nú hitar sólin bjarta
Tók at losna regnið / Dropin
Mangan dvaldi eg við strond
Dýrd á vík og vág / Summarmorgun
Einki er sum summarkvøld / Summarkvøld
Sum tað er fjálgt og lýtt í nátt / Í sirmi
Nú nemur náttin við smærur / Dimmið
Nú gulnar gras / Um veturnætur
Hvítar flykrur leggja seg á greinar
Mær leingist at fevna teg / Várlongsil
Høgtíðir
Tjaldur, ver vælkomið
Sjá, tú blánar sum loftið
Tórshavn, tú Føroyalands miðstøða var / Tórshavn
Tað sótu seyðamenn á vakt
Gleðilig jól!
Eg rósu upp sá næla
Himmalsins harpur tóna hátt
Eitt ljós verður tendrað í erva
Eitt barn er føtt í Betlehem
Vælkomin Guds einglaflokkur ver
Nú ringja kirkjuklokkur so hátt
Nú ringja klokkur jólafest
Jólaklokkan aftur ringir
Ver vælkomið Harrans ár
Tíðin rennur sum streymur í á / Nýggjárssangur
Páskablóma, hvat vil tú?
Frøist nú hvør, ið frøast kann
Aldri var sigurin størri enn tá / Páskadagur
Andaligir sangir
Gakk tú tryggur fram
Nú hvítna tindar fjøllum á
Eg vil mínum Harra prísa
Upp, gleðist allir
Sum hjørtur hyggur tráandi / Sálmur 42
Eg skar mítt navn í grein / Navnamerki
Hægstur Heilagur Andi / Ljómur
Harra Gud, títt dýra navn og æra
Nú rennur sólin fríð
Norðurlond og onnur útlond
Mín kæra og stóra og ljósa tjóð / Nordika
Ísland
Sofðu unga ástin mín
Hún hét Abba-labba-lá / Abba-labba-lá
Ég að øllum
Smávinir fagrir
Noreg
På solen jeg ser / Seterjentens søndag
Å eg veit meg eit land / Barndomsminne fra Nordland
Svøríki
Så skimrande var aldrig havet
Och jungfrun hon går i ringen
Högt över land och vatten / Pingst
En vänlig grönskas rika dräkt / Sommarpsalm
Uti vår hage
Fjäriln vingad / Om Haga
Bort allt vad oro gör
Finland / Svøríki
Vem kan segla förutan vind
Fjärran han dröjer
Danmark
I østen stiger solen op / Morgensang af Elverskud
Det var en lørdag aften
Danmark, nu blunder den lyse nat
Onnur lond
Deep river
Gaudiamus igitur / De brevitate vitæ
Quand je bois / Tourdion
Viele verachten die edele Musik
Kelda: Forlagið nótar